Fyri góðum 40 árum síðan varð gjørt av at tippa tjørnina, og harvið hvarv hesin lítli bletturin, sum hevði verið savningarstað hjá so nógvum børnum í Havn.
Men nú er tjørnin í Gundadali komin afturíaftur.
Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu letur hvørt ár stuðul til eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við Umhvørvisvikuna, og í fjør var umhvørvisevnið vatn.
Tað fekk systkinabørnini Árna Helmsdal og Høgna Jensen til at søkja kommununa um stuðul til at endurskapa tjørnina við Tinghúsvegin, sum teir báðir, eins og so nógv onnur børn, høvdu havt stóra fragd av í barnaárunum. Og av teimum tilsamans 250.000 krónunum, sum kommunan hevði sett av til stuðul til umhvørvisátøk, vórðu 230.000 krónur játtaðar til verkætlanina við tjørnini við Tinghúsvegin.
Nú er tjørnin komin aftur. Hon er ikki so stór sum í upprunalíki – góðar tveir triðingar av upprunaligu støddini og eitt sindur grynri eisini – men eystursíðan er tann sama sum gamla tjørnin, sum nú aftur prýðir umhvørvið við Læknamiðstøðina ovast uppi á Tinghúsvegnum.
Fyrr var tjørnin við Tinghúsvegin í útjaðaranum, men í dag er hon mitt í býnum, skamt frá Plantasjuni. Vónandi fer hon, eins og fyrr, at skapa trivnað og gleði fyri tey, sum búgva í grannalagnum, eins væl og allar aðrar borgarar í kommununi.
##med2##
##med3##
##med4##