Føroysk svimjing tekur seg fram í hvørjum. Tað er sjón fyri søgn hvørja ferð kappingin er. Um vikuskiftið hevur føroyskir spælarar aftur gjørt um seg í altjóða kapping. Hesa ferð til Bergen Swim Festival 2018, har føroysku svimjarnir endaðu ovast á svimjistyrkilistanum, meðan Vár Erlingsdóttir Eidesgaard deildi fyrsta plássið sum mest vinnandi svimjarin í kappingini.
Føroysku svimjararnir vunnu níggju heiðursmerki, settu trý føroysk met og fimm juniormet. Hartil settu 77 proset av okkara svimjarum persónligt met og 83 prosent svumum sína bestu tíð í ár. Sagt verður úr Bergen, at stemningurin í hópinum er framúr og at tað sæst aftur á úrslitunum.
Eitt av nýggju stjørnuskotunum í føroyskari svimjing er Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag. Hon vann fimm gullheiðursmerki í juniorbólkinum. Hon vann á 50 m, 100 m, 200 m og 400 m frí, umframt 50 firvald. Sagt verður úr Bergen, at tíðirnar eru góðar, nú hon skjótt skal svimja í seniorbólkinum.
Í seniorbólkinum vann Signhild Joensen úr Ægir tvey gull í 50m og 200m rygg, umframt silvur í 100m rygg. Rókur Trygvason úr Ægir vann silvur í 200m bringu í juniorbólkinum.
Metini vóru í raðfylgju sum tey vórðu sett:
Rókur Trygvason (2000), Ægir 1:06.14 og juniormet í 100 bringu
Vár E. Eidesgaard (2001), HS 28.44 og juniormet í 50 firvald
Signhild Joensen (2000), Ægir 1:03.01 og føroyskt met í 100 rygg
Vár E. Eidesgaard (2001), HS 27.09 og juniormet í 50 frí
Vár E. Eidegaard (2001), HS 26.84 og føroyskt met og juniormet í 50 frí
Vár E. Eidegaard (2001), HS 26.52 og føroyskt met og juniormet í 50 frí
Tilsamans 3 føroysk met og 5 føroysk juniormet, sett á hesi stevnu.