Bergleif Brimvík fær ikki vart seg

- Eru fólk ónøgd við arbeiðið hjá løgreglumonnunum í tænastuni, hava tey møguleika at kæra, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, ið varð lagdur undir valdsmisnýtslu í blaðnum seinasta leygardag

Sum leiðari á kriminaldeildini á løgreglustøðini í Havn og kanningarleiðari í neyðtøkumálinum móti John Petersen, kann Bergleif Brimvík, ikki úttala seg um sjálvt málið og viðurskifti, ið eru knýtt at málinum. Hóast hann verður navngivin í samrøðuni við familjuna hjá John Petersen, og verður skuldsettur fyri at hava nýtt ómenniskjansligan framferðarhátt móti miðlingadóttir tí neyðtøkudømda.

Bergleif Brimvík vísir til rættargangslógina grein 1019, ið umtalar kærumøguleikar teirra, sum eru ónøgd við atburð løgreglunnar. Her verður víst til sonevndu lokalnevndina, ið er ein sjeymannanevnd við fútanum í formanssessinum. Umframt sita tvey fólk umboðandi løgregluna og fýra løgtingslimir.

- Eru fólk ónøgd við arbeiðið hjá løgreglumonnunum í tænastuni, hava tey møguleika at kæra til hesa nevndina, og tað fari eg at mæla teimum til at gera í hesum føri, sigur leiðarin á kriminaldeildini.

Fólk kunnu eisini kæra til politimeistaran eins og ákærd fólk kunnu gera vart við ónøgd sína munnliga undir rættarmálinum, ið síðani verður førd í rættarbókina.


Rímiligur illgruni

Familjan hjá John Petersen skuldsetir løgregluna, serliga Bergleif Brimvík, fyri at hava noytt miðlingadóttrina til drúgvar avhoyringar á løgreglustøðini, har unga gentan varð løgd undir stórt trýst av avhoyrarunum. Hesir vildu hava hana at játtað, at hon hevði verið í song við pápa sínum, vorðin við barn og fingið fosturtøku framda. Niðurstøða familjunnar er, at løgreglan hevur framt sálarligan yvirgang.

Bergleif Brimvík ger púra greitt, at tað ikki er loyvt at brúka vald og noyða fólk til avhoyringar. Men fær løgreglan fráboðan um ella kunnleika til viðurskifti, ið kunnu elva til rímuligan illgruna um revsiverd viðurskifti, kann løgreglan kalla vitni inn.

­ Og eg kann vissa um, at farið verður ikki at spyrja vitni um óreglulig og eym viðurskifti, uttan so at grundaður illgruni er um, at okkurt skeivt er farið fram, staðfestir leiðarin á kriminaldeildini. Hann vónar, at álvarsomu skuldsetingarnar mótvegis sær og starvsfeløgum ikki hava skatt trúvirði løgreglunnar.


Kúrrur kommiserur

Óteljandi royndirnar at fáa fatur á Una Vestureið, politikommiseri, mánadagin, vóru til fánýtis. Sosialurin hevði fegin viljað spurt kommiserin, um slíkar álvarsamar skuldsetingar móti einum løgreglumanni ikki fáa avleiðingar av sær sjálvum, og um kommiserurin fer at taka málið upp av sínum eintingum.