Tað hevur verið friðarligt í EB/Streymi síðani kappingarenda, men nú er fyrsta undirskriftin komin upp á pláss. Tað er Bergur Poulsen, sum hevur sett sína undirskrift á ein sáttmála fyri 2024.
- Bergur Poulsen og EB/Streymur hava gjørt sáttmála fyri 2024. Bergur hevur havt eitt kanón kappingarár á høgrabakki. Fýra mál og seks upplegg í 27 dystum. Úttikin til U21 landsliðið og sum áður nevnt valdur til ársins stjørnuskot í felagnum 2023, skrivar EB/Streymur.
Higartil eru tað bara tvær undirskriftir komnar. Talan er um 19 ára gamla verjuleikaran Gutta við Streym Jóhansson og 18 ára gamla álopsleikaran Hannus Esmarsson Eiðisgarð. EB/Streymur spælir komandi kappingarár við Margáir.