Berit er navigatør og maskinmeistari

Heilt síðan hon var fimm ára gomul og fyrstu ferð sá pápa sín í skiparahúgvu, visti hon, at hon skuldi verða skipari.

Berit Hovsgarð er maskinmeistari á SEV-verkinum í Vági. Hon hevur eitt nú siglt við svensku ferjuni, Perneille (mynd).

Heilt síðan hon var fimm ára gomul og fyrstu ferð sá pápa sín í eini skiparahúgvu, visti hon, at hon skuldi verða skipari. Í veruleikanum skilir hon ikki, at so fá konufólk ganga útbúgvingarleið­ina, sum hon hevur gingið.

- Um gentur ella ungar kvinnur við hugsanum um at læra til skipara ella maskinmeistara, so fari eg at mæla teimum til at gera tað.

Tað sigur Berit Hovsgarð, sum vaks upp í Hovi, men sum í dag býr og ar­beiðir sum maskinmeistari í Vági. Hon arbeiðir á SEV­-verkinum í Vági og er ein teirra, ið syrgir fyri, at suðuroying­ ar fáa streym.

- Eg spældi við barbie­dukkur sum aðrar gentur. Vit spældu eisini rættiliga nógv fótbólt, og tað gjørdu øll børnini. Sum heild spældu vit rættiliga nógv úti, og vit fingu eisini dreingirnar at spæla mammubørn.

Berit Hovsgarð vísir á, at tað var einki í spælinum, sum bendi á, at hon skuldi fara at arbeiða sum stýrimaður, skipari og maskinmeistari. Tað var snøgt sagt ein avgerð, hon tók, tá hon fyrstu ferð sá pápa sín í eini skiparahúgvu.

Sum tilkomin, fór Berit í studentaskúla, fyrst í Herlev og síðan í Tårnby. Hetta var frá august 1994 til á sumri í 1997. Hon ætlaði sær framvegis at gerast skipari, og hon søkti eisini inn sum skipsføraraaspirantur hjá A. P. Møller og slapp inn.

Tá hon var byrjað sum aspirantur, byrjaði A. P. Møller um sama mundið við sonevndu dual­útbúgvingini, og Berit slapp inn á ta útbúgvingina. Tað bar í sær, at nú kundi hon bæði læra til skipsførara og til maskinmeistara.

Tá Berit Hovsgarð varð liðug við sína útbúgving­ í 2006, fór hon út at sigla, onkuntíð sum stýrimaður og onkuntíð sum maskinmaður. Hon sigldi við Mærsk til 2010. Nakað eftir hetta fór hon at sigla við einari lítlari ferju, Pernille, sum siglir millum Hel­singør og Helsingborg. 

Kvinnan við ættarbondum úr Hovi hevur eisini siglt við Smyrli, har hon arbeiddi í maskinuni, og í dag er hon í starvi sum maskinmeistari á verkinum í Vági, har hon syrgir fyri, at suðuroyingar hava streym alt samdøgrið.

- Eg vil mæla øllum gentum og ungum kvinnum, sum umhugsa at ganga hesa leiðina, um at gera tað. Hetta er eitt spennandi yrki, eisini fyri eina kvinnu, sigur Berit Hovsgarð í samrøðu við blaðið Mið & Magn, sum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið geva út í felag.