Bert ein máti at vera til uppá

Hjá Tummas Jákup er tað vanligt, at fólk spyrja, hvørji rúsandi evnir hann brúkar, tá tey síggja hansara list. Men sjálvur sigur hann, at hann hevur andstygd fyri øllum slíkum

Jónheðin H. Tróndheim


Mong munnu kenna friðarliga gøtumannin við teimum løgnu myndunum. Hann fer so stillisliga um og ger ongan háva burturúr. Men tá tey síggja myndirnar hjá honum, so rysta tey á høvdinum og halda hann vera fullkomiliga svakan. - Tað hendir sera ofta, at fólk, sum koma til framsýningarnar hjá mær, spyrja hvørju rúsandi evnir eg taki, sigur Tummas Jákup. Hví so er, er ikki ilt at ímynda sær.

Myndirnar hjá Tummas Jákup eru psykadeliskar, og tað, sum verri er, ella betri??? Men hann sigur í sama tónalagi, at hann nemur ikki nakað sum hevur við slík stoffir at gera, tí tað førir bert til deyða og oyðilegging.

- Eg trúgvi ikki, at menniskja klárar at gera betri list tí at tey taka evnir. Tað er bert nakað, sum tey halda sjálvi. Eg fari nógv heldur út at renna einar fimm til 10 kilometrar, sigur hann.

Í Føroyum hevur Tummas Jákup íðka nakað av ítrótti. Hann hevur runnið og súkklað. Hann ger tað, tí hann kennir hvussu nógv betri fyri, hann er til at mála, tá ið hann er væl fyri kropsliga.

Hjá listafólki er tað tungt at sita heilar dagar og stara at einum smáluti á einum lørifti, og tí hjálpir tað sera væl at fara burtur frá eina løtu at gera nakað heilt annað. Og hvat kann vera meira "ANNAÐ" enn at fara út at renna?


Í bláa pakkhúsinum

Tað eru trý ár síðan, at Tummas Jákup fór til Danmarkar at búgva. Tá hann fór niður, søkti hann um at sleppa inn á eitt gallerí, sum eitur Det Blå Pakkhus, sum virkar sum eitt felags verkstað fyri fleiri listafólk. Hann slapp inn, og hevur verið har síðan. Umstøðurnar eru góðar hjá einum listafolki, tí rúmið er stórt og plássið gott. Tey eru fleiri listafólk, sum hava høllina saman. Tey hava skipað tað so, at hvør hevur eitt ásett tal av fermetrum at høsnast á. Hetta hava tey skipað á tann hátt, at skáp og stólar, sum tey aloftast hava funnið í einum loppu-

marknaði, sum er í tveimum teimum niðaru hæddunum, verða sett upp so, sum tey hava hug. Á hendan hátt ber tað til at skapa sær eitt umhvørvi, sum kann fyri tey kennast eitt sindur heimligt.

Tummas Jákup hevur eisini gjørt so. Hann hevur sína kæru súkklu standandi har, og so hevur hann eisini nakrar góðar stólar og ymiskt annað dragsl, sum kann gera rúmið eitt sindur hugnaligt.

Og hugnaligt er tað at sita hjá friðarliga gøtumanninum við einum kaffikopppi í aðrari hondini og einari banan í hinari.


Longsul skapar list

Soleiðis sita vit báðir, meðan vit práta um veður og vind og um longsul heim.

- Mær leingist illa heim, men eg dugi eisini at síggja, at um eg var heima, so hevði eg als ikki havt hesar møguleikarnar. Og tað er eisini so, at tað er tá tú ert burtur, at tú sært tað góða í øllum heima. á hendan hátt skapast ein kensla, sum á ein hátt er at síggja í myndunum hjá mær. Eg haldi sjálvur, at tað er tungsinnið, sum eg royni at fáa fram, sigur Tummas Jákup, meðan hann gongur yvir at nýggjastu myndini, sum hann hevur sitið og arbeitt við.

Myndin er svørt og hvít. Soleiðis arbeiður hann Ikki ov nógvar litir, men tað er heldur tann trýdimensionella myndin, sum hann fær fram við at gera á hendan hátt. Ofta er tað eitt slag av rundum aldum, sum ganga frá einum stað inn í eina miðju, sum eyðkenna myndirnar, men tað er ikki altíð so.

Nýggjasta myndin er heilt øðrvísi. At hyggja eftir myndini er sum at hyggja eftir einum filmi í wide screen formati. Tummas Jákup hevur eisini mála tann svarta kantin, sum altíð er at síggja i wide screen filmum.


Myndaframsýning

í biografi

- Eg havi havt ein tanka um at fara at gera eina myndarøð á hendan hátt og sýna hana fram í einum biografi. Men hetta er bert ein tanki. Eg eri ikki komin longri enn tað. Eg haldi bara, at tað hevði verið so stuttligt at havt eina myndaframsýning í einum biografi, sigur Tummas Jákup álvarsamur.

Og tað er ikki frítt, at tú nikkar, tá hann sigur hetta, tí ein røð av myndum, sum vóru á hendan hátt, høvdu ivaleyst hóskað sera væl inn í eina heildarmynd inni í einum biografi. Stuttligt hugskot, og hví ikki sýna fram í einum biografi?

Prátið fellur aftur á listina, og um hvussu listin verur til. Hóast hann er friðarligur og ikki tosar so ótrúliga nógv, so hevur Tummas Jákup sínar avgjørdu meiningar.

- Eg haldi, at samtíðarlistin er sera nógv merkt av, at listafólkini eru forkelað. Tey líða onga neyð, og tey allar flestu hava meira enn nóg mikið til at liva av, tí verður dagsins list bert nakað, sum tey hava næstan sum eitt ítriv, sigur hann.

Og her skipar hann til, at tað á álvarsomum framsýningum kunnu sleppa tær mest ótruligu myndirnar ígjøgnum nálareyga.

Hann hevur sjálvur eitt tað besta dømið. Til eina sensureraða framsýning í Jyllandi sendi Tummas Jákup seks lok av súltutoysgløsum, sum hann hevði málað eitt pikkalítið sindur uppá. Tað er tey gløsini, sum hava eitt puntut dúkamynstur. Hann kallaði tey seks lokini "Jeg elsker marmelade". Hann slapp við á framsýningina, og ummælið var stuttligt, tí hon sum ummældi framsýningina skrivaði júst tað, sum hann hevði fiskað eftir. Hon skrivaði, at "De seks påmalede låg var hverken provokerende eller sjove. De var bare kedelige".

Hetta heldur Tummas Jákup vera sera stuttligt, tí hetta var tað, sum hann hevði roynt at víst við teimum. Men, sigur hann flennandi, lokini mugu hava provokerað hana so mikið, at hon í heila tikið tímdi at skriva um tey.


Bert hann og Gud

Hann málar altíð, sigur hann. Men tað er als ikki alt, sum sær dagsins ljós. Í langa tíð hevur Tummas Jákup málað smáar myndir á sama hátt, sum onkur annar skrivar dagbók. Men hetta eru myndir, sum hann tveitur burt.

- Tað er bert eg og Skaparin, sum hava sæð myndirnar, og eingin annar skal síggja tær, sigur hann.

Tá eg spyri hví, sigur hann, at tað veit hann ikki, men hann kennir tað so, at hann má tveita tær burtur, fyri at kunna brúka nakrar tankar, sum hann hevur havt, meðan hann málaði tær myndirnar, til nýggjar myndir, sum vit onnur sleppa at síggja.


Nýggja listin

At listin alla tíðina broytist, er øll listin hjá Tummas Jákup kanska tað besta dømið um. Hann hevur sum flest øll onnur arbeitt við tekningum sum barn, men hetta helt fram, tí hugurin til at tegna var sera stórur.

- Tað var ikki so nógv øðrvísi við mær mótvegin øðrum. Eg helt bara fram, sigur hann.

Spurdur um, hvat hann fer at arbeiða við í framtíðini, sigur hann, at tað veit hann ikki, men ivaleyst fara tekningarnar hjá honum at broytast, tí at hann eisini broytist sum persónur, sigur hann.

- Men eg droymi, sjálvandi sum øll onnur um einaferð at flyta heimaftur og kunna liva av mínari list, men tað er bert ein dreymur, endar Tummas Jákup.