Bestu umstøður til børnini

FRÍTÍÐARSKÚLI - Tað vóru nógv um boðið, men tað var altso frítíðarskúlin sum umsíðir slapp at húsast her í gamla Tekniska skúlanum. Nú haldi eg, at bæði børn og vaksin eru sera fegin um hesa loysnina, sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, forkvinna í sosialu nevnd í Klaksvíkar kommunu. Hetta er samstundis fyrsti kommunali frítíðarskúlin í Klaksvík.

Klaksvík: Í farnu viku var arbeiðið við at innrætta ein tekniskan skúla til ein frítíðarskúla, komið so væl áleiðis, at hann kundi takast alment í nýtslu - og fáa nýtt navn.

Fyrsti frítíðarskúlin í Klaksvík var annars sjálvsognarstovnurin Sornhúsið, sum lat upp í 1999. Í byrjanini vóru bert tvey børn í frítíðarskúlanum, men er tørvurin vaksin nógv hesi 12 árini.

Í dag er talan um ein nýggjan frítíðarskúla til 80 børn, og eru øll hesi plássini umbiðin.


Samstarv

Hesa seinastu tíðina er gamli Tekniski skúli renoveraður, soleiðis at hølini eru sera snotilig, vælgjørd og fyrstafloks.

Men Elsebeth Gunnleygsdóttir vísti haraftrat á ein sera týðandi fyrimun í hesum sambandi: Frítíðarskúlin er nú fluttur nærri skúlaøkinum.

- Fyrr var hann partur av barnaansingini, men er við hesum skiftinum farin at venda meiri ímóti skúlanum. Hetta er ein markering av, at børnini ikki longur eru barnagarðsbørn.

- Og hetta gevur somuleiðis størri samanhang í gerandisdagin hjá børnunum, sum hava hálvan dag í skúlanum og hálvan dag í frítíðarskúlanum. Samstundis styrkist eisini samstarvið millum lærarar og pedagogar styrkist, vísir forkvinnan í sosialu nevnd á.

snorri@sosialurin.fo



Snjallabjalla

Ein partur av hátíðarhaldinum í farnu viku var avdúkingin av nýggja navninum til nýggja skúlan.

Her hevði Arbeiðsbólkurin fyri Frítíðarskúlan leitað í Føroysku Floruni, her komið varð fram á navnið Snjallabjalla.

Grundgevingarnar fyri valinum vóru fleiri: Tað er vakurt á skrift; tað er orginalt; tað er stuttligt at siga, bæði hjá børnum og vaksnum; tað rímar og blóman Snjallabjalla er haraftrat løtt at finna í bø og haga.