Fiskivinna
Hósmorgunin landaði P/F Beta tvey skip í Saltangará.
Nim, sum er á garnaveiði, hevði 20.000 pund av havtasku og trolarin, Baldur, ið er ein týskur trolarin hevði 100.000 pund av kongafiski úr Irmingarhavinum.
Fiskurin hjá Nim fer bæði til føroysk virkir og eisini fer nakað av landinum.
Reiðaríið, sum eigur Baldur, keypir allan kongafiskin, sum verður fluttur úr Føroyum og niður til Týsklands.
Liggur eftir
Fofish í Saltangará hevur við báðar sølurnar at gera, og Ábraham Løkin sigur, at Baldur landar í Føroyum fyri at sleppa undan siglingini niður til Týsklands.
- Á henda hátt liggur eisini nakað eftir í Føroyum. Vit fáa landingina og søluna. So, fyri okkum er hetta ein góð loysn, sigur hann.
Beta ger út
Á P/F Beta sigur Ragnar Olsen, at teir taka sær av landingunum, gera skipið útaftur við kassum og syrgja fyri, at fiskurin kemur til keypararnar.
- Vit hava eina stóra transitthøll í bygninginum hjá okkum, og haraftrat hava vit kølirúm í bygninginum hjá Skipafelag Føroya, sum tekur eini 200 tons av fiski, sigur Ragnar Olsen.