Betri fyri umhvørvið

Kommunala Orku- og Brennistøðin fer í næstum at viðgera køliskap og frystiboksir soleiðis, at sum mest av tilfarinum verður endurnýtt

Kommuna Orku- og Brennistøðin á Hjalla fer í næstum undir at umhvørvisviðgera køliskáp og frystiboksir. Tað vil siga at taka tað skaðiliga evnið freon úr og forkoma tí á skilagóðan hátt.

Fyrr hevur tað verið soleiðis, sigur Mikkjal Absalonsen, stjóri á KOB, at køliskap og frystiboksir hava verið trýst saman og send sum skrot av landinum. Seinni eru teir farnir at senda tey heil til eitt danskt felag, sum tekur tey sundur og umhvørvisviðgerð tey.

Talan er um at taka freon úr sjálvari køli- og frystiskipanini umframt isolatiónini.

Men hetta er nakað, sum eins væl kundi verið gjørt í Føroyum, um umstøðurnar vóru til tess. Og tað ætla teir á brennistøðini, at tær skulu verða.

Tað krevur tó eina íløgu upp á umleið ein hálva millión, metir Mikkjal Absalonsen. Og ein maður má setast burtur av til hetta arbeiðið, heldur hann. Hinvegin verður vinningurin so í fyrsta umfari minni umhvørvisdálking, umframt at til ber at endurnýta jarnið í skápum og boksum, og lutir úr motorunum so sum eitt nú koparið, har verður nýtt.

Ætlanin er tó ikki farin í gongd enn, og eingir pengar eru umbidnir, sigur Mikkjal Absalonsen. Kannast skal sjálvandi eisini, um tað veruliga eru so mikið nógv køliskap og fyrstiboksir í landinum, at tað fer at loysa seg at gera íløgur í hetta.

Mikkjal Absalonsen sigur, at tað eru eini 16.000-18.000 húsarhald í Føroyum. Hevur hvørt húskið eina frystiboks og eitt køliskap, sum verður skift út soleiðis á leið tíggjunda hvørt ár, metir hann, at grundarlag er fyri at viðgera tey her heima hjá okkum. Men tað er sjálvandi treytað av, at alt verður gjørt á einum stað. At samstarvað verður við IRF. Tí tað er heilt greitt, at tað er ikki pláss fyri tveimum slíkum støðum í landinum.

Eitt annað, sum fer at vinda upp á seg, er burturbeining av teldum. Eisini her er rættiliga nógv, sum kann verða tikið sundur og endurnýtt. Men hetta er ein nógv størri verkætlan, sum enn ikki er annað enn hugsað um, sigur Mikkjal Absalonsen.

-Slík ætlan liggur enn nakað væl úti í framtíðini, sigur hann.ysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.

Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.

Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?

Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.

Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?

Teir eru báðir enn í góðum árum.


Heri Mohr   



Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.

Samandrigið.


1. DEILD


Inntøkur:

1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000

2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000

3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000

????????

6.950.00

????????


II DEILD


Útreiðslur:

4. §. Hægsta stjórn landsins48.000

5. §. Løgtingið122.000

6. §. Stjórnmálarráðið402.000

7. §. Løgreglumál376.000

8. §. Dómsmál118.000

9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000

10. §. Samgongumál1.382.000

11. §. Skúla- og mentamál1.353.000

12. §. Kirkjumál200.000

13. §. Vinnumál354.000

14. §. Sosial mál1.079.000

15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000

16. §. Til at taka278.000

?????????

6.950.000

?????????