Betri kvinnur: KÍ og Víkingur vunnu í Gundadali

Verandi FM-vinnararnir hava lagt frá landi við einum sigri

Savnsmynd frá 2023

Tveir dystir vóru seinnapartin leiktir í fyrsta umfarinum í Betrideildini hjá kvinnum. Báðir dystirnir vóru leiktir á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

Í tí fyrra dystinum vann Víkingur 2-0 á HB.

 

Kára Jarnskor legði Víking á odda í 71. minutti. Jensa Tórolvsdóttir átti uppleggið til málið. Tá 84 minuttir vóru leiktir staðfesti Hanna Isaksen Højgaard sigurin. Enn einaferð var tað Jensa Tórolvsdóttir, ið legði upp til málið.

 

Í tí seinna dystinum vunnu verandi FM-vinnararnir, KÍ 2-1 á B36.

 

Malena Olsen legði KÍ á odda tá 17 minuttir. Tórun Højgaard Joensen legði upp til málið. Tá 35 minuttir vóru leiktir var tað U17-landsliðshetjan, Brá Zakarisardóttir sum javnaði til 1-1. Malena Olsen skoraði sigursmálið hjá KÍ tá 11 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. 

 

Mikukvøldið vann NSÍ 7-0 (3-0) á Skála ÍF við Løkin í Runavík.

 

2. páskadag klokkan 15 tekur TB/FC Suðuroy/Royn móti FC Hoyvík á vøllinum við Stórá í Trongisvági. 


Kelda: dystir.fo

 

Savnsmynd frá 2023