Biden bjóðar Zelenskyj til USA

Hetta verður ikki fyrstu ferð, at forsetarnir báðir hittast í USA.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur bjóðað ukrainska forsetanum, Volodomyr Zelenskyj, á vitjan í Hvítu Húsunum.

 

Sambært Reuters í kvøld fer ukrainski forsetin at vitja Hvítu Húsini hin 12. desember. Hetta verður ikki fyrstu ferð, at Zelenskyj og Biden hittast í USA.

 

Ukrainska forsetaskrivstovan váttar, at Joe Biden og Volodomyr Zelenskyj skulu hittast á einari arbeiðsferð, sum byrjar hin 11. desember.

 

USA hevur verið ein av trúgvastu sameindu hjá Ukraina, og landið hevur veitt Ukraina risastórar hjálparpakkar í stríðnum móti russiska hersetingarvaldinum.

 

Joe Biden hevur roynt at fingið kongressina at taka undir við einum nýggjum hjálparpakka til Ukraina, men tað hevur ikki verið so lætt hesaferð.