Bíðilistin minkaði við 19 fólkum

Seinasta árið minkaði samlaða talið av limum í Bústøðum við 19 fólkum.

Tað sæst í svarinum hjá Inigilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, í svari til Sólvit Nolsø, sum hevur spurt hana um málið í einum grein 52a spurningi.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at listin við býlissøkjandi limum minkaði hetta tíðarskeiðið við 79, harav 77 høvdu verið uppskrivað til vanliga íbúð og 2 høvdu verið uppskrivað til lestraríbúð.

 

Lesið eisini: 458 leiga frá Bústøðum

 

Listin við hvílandi limum vaks við 19, harav 14 vórðu uppskrivað til vanliga íbúð og 5 vórðu uppskrivað til lestraríbúð.

 

Les eisini: Ongar treytir fyri at leiga frá Bústøðum

 

Talið av leigarum vaks við 41 og var her bert talan um vanligar íbúðir, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, í svarinum.