Bieber strikar sín profil á Instagram

Kanadiska poppstjørnan Justin Bieber hevur strikað sín profil á sosiala miðlinum Instagram, sum serliga verður nýttur til at deilda myndir og video.

Justin Bieber hevði 77,8 milliónir fylgjarar á Instagram, nú hann stongdi sín profil.

Orsøkin til, at Bieber er farin av Instagram er, at fólk hava havt neiligar viðmerkingar um hann og serliga unnustu hansara, 17 ára gomlu Sofia Richie.

Bieber hótti í fyrsta umfari við at fara av Instagram, um fólk ikki góvust at koma við keðiligum viðmerkingum, og tá ið tað ikki hjálpti, gjørdi Bieber álvara av sínum hóttanum.