Ein bilførari kom ov nær einum øðrum bili, og óhappið hevði materiellan skaða við sær.
Løgreglan metti, at bilførarin hevði verið óansin í ferðsluni. Viðkomandi fær tí klipp í koyrikortið.
Um hálvgum níggju tíðina var aftur eitt minni ferðsluóhapp, hesaferð við krossin við Glasir í Havn. Tveir bilar komu ov nær hvørjum øðrum í sambandi við eitt vinstrasving, og síðuspeglini raktu hvønn annan. Partarnir høvdu tosað saman á staðnum, men tað bar ikki til hjá løgregluni at staðfesta, hvør teirra var komin ov langt yvir í hina koyribreytina.









