Tíðindastovan NTB veit í dag at siga, at russiski herurin hevur rakt eina jarnbreytarstøð í ukrainska havnarbýnum, Izmail, har suðuri í Ukraina.
Tað upplýsir russiska verjumálaráðið.
Sambært NTB halda russar, at jarnbreytarstøðin bleiv brúkt til at goyma og flyta hernarligt góðs og brennievni til ukrainska herin.
Tíðindastovan veit at siga, at tveir ukrainskir sleipibátar eisini vórðu álopnir úti fyri strondini í ukrainska býnum, Mykolajiv.
Russar halda, at sleipibátarnir vórðu brúktir til at hjálpa farmaskipum inn í ukrainskar havnir.
Reuters, sum eisini skrivar um russisku álopini á jarnbreytarstøð og sleipibátar, skrivar, at tað hevur ikki eydnast miðlinum at eftirkanna russisku uppáhaldini.
Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini hjá russiska verjumálaráðnum um nýggjastu russisku álopini.
Lesið eisini: Eldur í russiskari oljuhavn
https://www.in.fo/news-detail/eldur-i-russiskari-oljuhavn-eftir-dronualop









