Bilførari misti koyrikortið á staðnum

Ein bilførari koyrdi so mikið nógv for skjótt í Kaldbaksbotni í gjár, at hann misti koyrikortið á staðnum

Tá løgreglan gjørdi ferðkanningar fyrrapartin í gjár, vórðu tveir bilførarar tikini. Annar varð máldur at koyra 143 km um tíman í Kaldbaksbotni uttan fyri Kollfjarðatunnilin, at hann misti koyrikortið á staðnum.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at bilførarin eisini er skuldsettur fyri at yvirhála yvir sperriljur á vegnum.

Talan var um ein ungan bilførara, sum ikki hevur havt koyrikortið so leingi, men í hesum føri hevði tað verið inndrigið í øllum førum, sigur vatkleiðarin, tí hann koyrdi so mikið nógv for skjótt. 

Og tá tú missir koyrikortið á staðnum, so skal tað skiljast persónliga, at tað verður tikið á staðnum og ført inn í skipanina hjá løgregluni. Hvussu hesin persónurin síðani slapp til hús, veit vaktleiðarin ikki, men hann sigur, at í slíkum føri er vanligt við pragmatiskum loysnum, soleiðis at viðkomandi kann koyra bilin til hús.

Ein annar bilførari varð tikin í Kollfjarðadali. Hann varð máldur til at koyra 116, sum er oman fyri markið til eina treytaða frádøming av koyrikortinum, so tað hevur hann fingið at vita, at hann kann rokna við.