– Og vit kunnu lova tær, at hetta verður nakað heilt serligt, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi:
Børn og vaksin sleppa at síggja, hvussu matur verður til. Tú fært eisini møguleika at smakka mat, sum professionellir kokkar gera, alt ókeypis. Tú kann eisini fylla tær ein posa ella spann við reyðmakkum, sum tú kann forkela tær havan við. Tú kann keypa ymiskar vælsmakkandi føroyskar rávørur á staðnum. Tað verður fletting, matgleði, hugni og nógv at læra fyri alla familjuna.
“Hetta er ikki nakað, sum tú lesur í eini bók ella sær á Youtube. Hetta er ikki kølidiskurin í Bónus. Hetta er ein verulig uppliving – mitt í Tórshavn, saman við børnum, vinum og familju,” siga fyriskipararnir.
Slaktið er í dag á Vaglinum. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
– Trúgv mær. Tú vilt ikki vera tann, sum ikki møtti upp, so set kross í kalendaran nú, skriva fyrireikararnir.