Trump steðgar fígg­ing av gransk­ing í Føroyum

Amerikanskir granskingarstovnar hava fingið boð frá Donald Trump, forseta í USA, um at gevast við at játta útlendskar verkætlanir. Tað hevur millum annað við sær, at kanningar av føroyskum børnum eru í vanda fyri at steðga

Tað sæst í grein, sum Dagmar Næs-Joensen skirvar í Vísindavøku-blaðnum, sum er í Sosialinum hetta vikuskiftið. 

 

Har stendur millum annað:

 

Stjórnin hjá Donald Trump, for­ seta í USA, er farin í hernað móti amerikanskum universitetum og granskingarstovnum. Forsetin hevur, síðani hann kom til valdið í januar, sett eina røð av átøkum í verk móti amerikanska granskingarumhvørvinum. Játtanir eru skerdar, fígging av útlendskum verkætlanum er steðgað, og av­markingar eru settar fyri, hvørji granskingarevnir kunnu fáa stuð­ul.

 

Herfyri undirskrivaði hann eis­ini eini forsetaboð um, at politiskt tilnevnd fólk skulu hava umsjón við útbjóðing og góðkenning av granskingarverkætlanum. Hend­an uppgávan hevur higartil ligið hjá óheftum serfrøðingum og granskar um.

 

Eftir at Donald Trump tók við sum forseti, eru nógvar gransking­ardátur og vísindaligar greinir tiknar burtur frá almennum net­ síðum. Stórir granskingarstovnar sum Harvard University eru tí farnir undir í staðin at goyma dátur í óheftum goymslum.

 

Sambært eini kanning hjá við­urkenda vísindaliga tíðarritinum Nature umhugsa tríggir av fýra amerikanskum granskarum nú at rýma úr USA. Serliga eru tað Evr­opa og Kanada, ið granskarar í USA vilja flyta til.

 

Lesið meira í blaðnum Vísindavøka, sum Granskingarráðið gevur út í sambandi við Vísindindavøku, sum verður í Sjóvinnuhúsinum 26. september. Blaðið fæst í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo