Síðsta vár, tá framsýningin var, tóku fólk sera væl undir við tiltakinum og vóru umleið 1300 vitjandi (vaksin) í høllini. Sum skilst kom væl burturúr, eisini hjá framsýnarunum.
Fyri at geva framsýnarunum so gott pláss sum til ber, er plássið avmarkað til 7 bilhandlarar. Hesir eru Norðbil, Reyni Service, Jóhannes Berg, P/f Bilsølan v/Øssur Johannesen, Ivan Johansen Sp/f, DB Bilar og Eyðbjørn Hansen Bilsøla. Umframt hesar framsýna Súkkluhandilin í Kollafirði og Mótabúðin L?Ey eisini.
Eins og síðst, fer FS-Vágar at gera framsýningina áhugaverda fyri tey vitjandi við ymiskum tiltøkum og undirhaldi. Báðar dagarnar verður mótaframsýning og Ragnar í Vík fer at syngja eins og kaffisøla verður og undirhald fyri børnum.
Sum nakað nýtt í ár, verður ein telda burturlutað og ein kapping veðrur millum skúlaflokkar, um hvussu nógv børn kunnu verða í einum bili í senn.
Sum nakað heilt serligt, verður eisini avdúkað, hvør útróðrarbátur í oynni fiskaði mest síðsta ár. Vinnarin fær steyp handað.
Framsýningin verður opin leygardagin og sunnudagin frá kl. 14 til 21.
Bygdaráðsformaðurin í Sørvági, Petur Kruse, setur stevnuna leygardagin kl. 15.