Tað skal vera bíligari fyri landið at lata privat byggja og eiga eitt nýtt havrannsóknarskip. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Samgongan ætlar at lata eitt privar felag byggja og reka eitt nýtt Havrannsóknarskip og so skal landið leiga tað til fiskirannróknir Kristina Háfoss, tingkvinna, hevur spurt hann um tað ikki verður dýrari fyri landskassan heldur enn at landið sjálvt byggir skipið.
Men Jørgen Niclasen sigur, at tað er ein fortreyt, at leigugjaldið verður lægri, enn tað hevði kostað at hjálandinum um árið at bygt og rikið skipið sjálvt.
Eitt endamál hjá samgonguni er at útveita almennar tænastur til privat, sigur landssttýrismaðurin.
Hann staðfestir, at skiparakstur er ikki ein natúrligur partur av virkseminum og endamálinum hjá Havstovuni, og tí er eitt havrannsóknarskip ein sjálvsøgd uppgáva at veita út til privat at reka.
Hann sigur, at sáttmálin, sum fer at verða gjørdur við privata fyritøku um at langtíðarleig havrannsóknarskipið, fer at verða í samsvar við roknskaparverk og játtanarlóg landsins, eins og t.d. tyrlusáttmálin við Atlantic Airways um ferðafólkaflutning og bjarging.
Kristina Háfoss spurdi eisini um Jørgen Niclasen heldur, at tað er rætt at gera langtíðarleiguavtalur fyri íløgur landsins, heldur enn at rinda so hvørt bygt verður. Men hendan spurningin skilir landsstýrismaðurin ikki og tí svarar hann ikki, sigur hann. Tvørtur ímóti vil hann hava Kristinu Háfoss at orða hann greiðari og at spyrja av nýggjum.
|