Bíligari bústaðir til ung, lesandi, støk, pør, familjur og eldri - er eisini ein partur av loysnini

Eg havi seinastu tíðina greitt frá ítøkiligum uppskoti um, hvussu vit kunnu byggja bíligari bústaðir - og eisini greitt frá, at størsta kommuna í landinum hevur sett gongd á at royna hesa loysn. So vit eru longu byrjað at loysa bústaðartrotið.

 

Bíligari bústaðir eru ein munandi partur loysnini av bústaðartrotinum kring landið. -Og tað hevur týdning at siga “kring landið”, tí hetta er ein avbjóðing, sum ikki bara er í miðstaðarøkinum, men í stórum parti av landinum.

 

Uppskotið, sum eg havi greitt frá, hevur snúð seg um at tað sjálvandi ber til at byggja eina íbúð í Havn á 100 fermetrar, sum ein familja ella onnur kunnu keypa fyri 2,5 mió. kr. Eg havi tilvitað brúkt Havnina sum dømið, tí tað er í Havnini, at bústaðartrotið er størst. Men hendan loysnin kann sjálvandi eisini brúkast í Vágum, Eysturoynni, Norðoyggjum, í Suðuroynni - og aðrastaðni kring landið við.

 

Dømi snúði seg um 100 fermetra íbúð, men í dag eru meiri enn helvtin av húskjunum kring landið antin 1 fólk ella 2 fólk uttan børn. -Og tá gevur tað kanska ofta betri meining at hugsa eina minni íbúð, t.d. 60 ella 80 fermetrar. 

 

Um ein íbúð á 100 fermetrar kostar 2,5 mió. kr., so er tað lítið at ivast í, at eftir tí leistinum, sum eg havi greitt frá við bíligari bústaðum, so fer ein íbúð á 60 fermetrar ella 80 fermetrar at kosta væl minni enn 2,5 mió. kr. Og eg kann skoyta uppí, at tað tykist sera dýrt, tá ein íbúð í Hoyvík, sum er 39 fermetrar, nú um dagarnar stendur til sølu fyri umleið 2 mió. kr. 

 

Tann vegin fara vit ikki.

 

Ítøkiliga fevnir uppskotið um, at kommunur seta byggilendi av til fyritøkur, sum vilja byggja og selja til fólk fyri ein lágan fermetraprís. Har tað eisini eru greið krøv um, hvat íbúðirnar kunnu seljast fyri. 

 

Hetta hevur eisini ávirkan á kostnaðin av smærri íbúðum, soleiðis at tað koma íbúðir, har lánsgjaldið / húsaleigan fyri íbúðir á 60 fermetrar kann nærkast 6.000 kr. um mánaðin, og íbúðir, sum eru 80 fermetrar, kunnu kosta umleið 7.500 kr. um mánaðin.

 

Ja, tað ber til at byggja bíligari bústaðir, sum eisini eru bíligari fyri keyparan. Hetta er ein loysn, sum er til frama fyri bæði ung, lesandi, støk, pør, familjur og eldri.

 

Vilja tit loysnir, so er at seta krossin við Dennis Holm til løgtingsvalið 26. mars.

 


Dennis Holm

Tjóðveldi