Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fígjarmálum, fer í næstum at leggja uppskot um broytingar í lógini um meirvirðisgjald fyri Løgtingið.
Frá álítandi keldum hevur Sosialurin frætt, at talan er um broytingar, sum geva ávísar lættar. Til dømis skulu húsaumvælingar í framtíðini verða mvg fríar, eins og bilumvælingar verða tað.
Eisini er ætlanin, skilir Sosialurin, at hárfríðkannarstovur skulu flytast undir §12 í lógini, sum gevur teimum rætt til afturrindan av allari útgerð, sum keypt verður.
Tað vil siga, at fyri alt, sum nýtt verður í arbeiðinum, verður mvg afturgoldið. Tað verið seg amboð, so sum saksar og fønarar. Spegl og stólar. Teldur til at hava roknskapin á. Og vil væl til, ber helst eisini til at fáa bilin skrásettan í navninum hjá fyritøkuni.
Tað eru ikki øll, sum halda tað vera serliga skilagott at hava fleiri procentsatsir, ella differentierað gjald, sum tað eisini verður nevnt.
Tað hevur áður verið ávarað frá toll og skattafólki um, at tað verður trupult at umsita eina slíka skipan. Men tá vit høvdu samband við Toll- og Skattstovuna í gjár, vildi eingin siga nakað um málið. Og stjórin í Fíggjarmálastýrinum, Petur Alberg Lamhauge, var ikki at hitta, hóast roynt varð fleiri ferðir.
Heldur ikki búskaparfrøðingar halda tað vera serliga skilagott at býta meirvirðisgjaldið sundur.
Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, sigur, at vansin við, at meirvirðisgjaldið verður býtt sundur, er, at fyritøkur, sum hava bæði mvg skyldugar og -fríar vørur, kunnu freistast at »flyta« ímillum.
Um so verður, at bilumvælingar verða mvg fríar, kann ein vanlig smiðja fara undir slíkar, og so er ikki torført at fáa flutt onkrar aktivitetir.
Sigurd Poulsen heldur, at tað verður ógvuliga dýrt at hava nakað eftirlit við sundurbýttum meirvirðisgjaldi. Og um eftirlit yvirhøvur skal verða, verður tað rættiliga trupult at røkja, sigur hann.
Roynt varð í gjár at fáa eina viðmerking frá Anfinni Kallsberg, landsstýrismanni, men hann var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar.