Seinastu dagarnar hava fleiri ferðsluóhapp verið í hálkuni, sum hevur verið drúgv hesaferð.
Størri og smærri materiellir skaðar hava verið á bilar, men í flestu førum eru fólk sloppin rættiliga væl.
Aftur í nátt og í morgun hava verið smærri ferðsluóhapp, ávikavist á vegnum niðan úr Syðrugøtu og í Funningsfirði.
- Í Funningsfirði var tað ein persónur, ið var á veg til arbeiðis, sum fór út av vegnum í hálkuni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Í Syðrugøtu var tað ein bilførari hjá Posta, sum kom heldur illa fyri í hálkuni.
- Bilurin fór á glið í brekkuni niðan móti Gøtueiði og endaði í bilaverjuni, har bilurin ikki slapp víðari, hvørki fram ella aftur.
Vaktleiðarin visti at siga, at førarin á bilinum í Funningsfirði endaði á Landssjúkrahúsinum til kanningar.
- Løgregla og sjúkrabilur vóru á staðnum, men hildið verður ikki, at bilførarin hevði fingið álvarsligar løstir í hendingini.
Vaktleiðarin sigur annars í morgun, at tað serliga er í norðara parti av Eysturoy, at fráboðanir eru komnar um hálku, men annars er hált í støðum kring meginpartin av landinum.
- Landsverk saltar vegirnar, men tað er serliga á síðugøtum í bygdum øki, at vegirnir kunnu vera rættiliga hálir, verður lagt aftat.