Tá tú nærkast bygdini á Sandi, er gamli bilverkstaðurin millum fyrstu bygningar, tú møtir. Men, henda myndin verður skjótt burtur, og nýtt verður bygt ístaðin. Mynd: Álvur Haraldsen.

Verkstaðurin verður rivin niður og nýtt kemur upp

Her kemur ein bygningur, ætlaður til kafeteria við trimum íbúðum í ovaru hæddini, seks smáttur - allar leysar av hvørji aðrari, høll til veteranbilar og vaskihøll til bilar. 

 

Tá tú nærkast bygdini á Sandi, er gamli bilverkstaðurin millum fyrstu bygningar, tú møtir. Men, henda myndin verður skjótt burtur, og nýtt verður bygt ístaðin. Mynd: Álvur Haraldsen.

Tá tú kemur heim um Meginskúlan á Sandi, koyrir fram við Sandsvatni og móti bygdini á Sandi, sært tú yvir í Traðir og oman gjøgnum Sandsvatn. 

 

Hetta er eitt serstakliga vakurt umhvørvi, sum fellur í eyguni.

 

Tá tú so nærkast bygdini á Sandi, er gamli bilverkstaðurin millum fyrstu bygningar, tú møtir, og hetta er í dag ikki vakrasta myndin av Sandi. 

 

Men, henda myndin verður skjótt burtur, og nýtt verður bygt ístaðin.

Tað er Rasmus Rasmussen, sonur Ian Rasmussen í Kollafirði, sum eigur gamla verkstaðsbygningin, og tað er eisini hann, sum hevur sáttmálan við Bygdaleiðir um koyringina úr Havn í Sandoynna.

 

Tað er longu væl síðan, at grivið varð omanav lendinum á stóra grundstykkinum, har sjálvvirkandi Effo-støðin eisini er og soleiðis, sum vit skilja, verður gamli verkstaðsbygningurin rivin niður fyrsta dagin.   

 

Effo-støðin verður verandi, har hon er.

 

Sands kommuna hevur nevniliga samtykt at geva einum felag hjá Rasmusi Rasmussen byggiloyvi til eina stóra verkætlan á økinum, og hetta fer sambært tekningum, sum fyriliggja, at broyta hetta økið fullkomiliga.

 

Rasmus Rasmussen hevur nevniliga ætlanir um at byggja fleiri bygningar á økinum. 

 

Her kemur ein bygningur, ætlaður til kafeteria við trimum íbúðum í ovaru hæddini, seks smáttur - allar leysar av hvørji aðrari, høll til veteranbilar og vaskihøll til bilar. 

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kemur í morgin, er opnugrein, har vit hava hugt eftir hesi forvitnisligu verkætlan á Sandi.

 

##med2##

 

 

 

Tá tú nærkast bygdini á Sandi, er gamli bilverkstaðurin millum fyrstu bygningar, tú møtir. Men, henda myndin verður skjótt burtur, og nýtt verður bygt ístaðin. Mynd: Álvur Haraldsen.

Soleiðis, sum tekningin vísir, verður Effo-støðin verandi. Alt annað á økinum verður nýtt.