Birgit er fødd og uppvaksin í Skopun. Hon byrjaði at arbeiða í Búrhandlinum hjá abba sínum, har hon eisini gekk við posti. Seinni bleiv hon gift vid Melanchthon W. Hentze og fingu tey 5 børn: Harry, Fríðhild, Ella, Hildur og Maj-Britt.
Birgit hevur arbeitt á flakavirkinum í Skopun sum álitskvinna, og hevur verið skrivari hjá arbeiðsmannafelganum í 16 ár. Hetta var ólønt arbeiði, so tað var áhugin ið dró.
Hon var við til at seta kvinnufelagið Vónina á stovn, og var skrivari har í 20 ár. Eisini sat hon eitt skeið í Skopunar kommunu. Síðan bleiv maður hennara sjúkur, og hon gavst við at arbeiða fyri at vera heima og passa hann.
I dag er hon pensionerað, og henni dámar væl at brúka tíðina við at ganga á kvøldskúla. Hervið er hon blivin skørp við telduni, so hon kann samskipa við øll síni uttanlanda.
Hon kemur saman við pensionistunum í Diduhúsinum í Skopun, og er eisini luttakari í tilhaldinum á Sandi.
Vit børn, ommubørn, langommubørn og svigarbørn takka henni fyri alt tað hon er og hevur verið fyri okkum og ynskja henni hjartaliga tillukku við tí stóra degnum. Vit gleða okkum til at halda dagin saman við henni og teimum, ið hava hug at gera dagin hugnaligan við at støkka inn á gólvið í Samljóð tann 23. mars 2005 kl. 19.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.