Foreldur hennara vóru Katrina og Talius Johansen, og saman høvdu tey fýra børn. Karl, Biritu, Hans og Sigrun. Katrina, mamma Biritu, var ættað frá Gøtugjógv og stóran part av barnaárunum hjá Biritu og hennara systkjum, vóru tey norðuri í Gøtu og ferðaðust hjá ommu og abba sínum.
Í 1959 giftist Birita við Ditlev Dam úr Porkeri og fingu tey trý børn, Hera, Beintu og Anniku. Heri og Annika búgva bæði í Havn og Beinta býr í Keypmannahavn. Birita eigur 4 fitt ommubørn.
Birita er útbúgvin sjúkrasystur, hon hevur starvast bæði hjá kommunulækna og á Landssjúkrahúsinum í mong ár. Hon er væl dámd ímillum fólk, hon er altíð í góðum lag og sera positiv.
Hóast Birita er pensionerað, er hon sera virkin, hon svimur og gongur túrar, so at siga hvønn dag saman við systrini Sigrun.
Sjálvan føðingardagin heldur hon saman við allari familjuni á Grand Canaria við sól og summari.
Vit vilja ynskja Biritu hjartaliga tillukku við føðingardegnum og alt tað besta í framtíðini.
Frá okkum úr Vørðsluni