Bitcoin Meetup Føroyar

Fríggjadagin verður fyrsta Bitcoin og Cryptocurrency tiltak í Føroyum nakrantíð.

Fríggjadagin 19. januar verður fyrsta Bitcoin og Cryptocurrency tiltaki í Føroyum nakrantíð.

 




Tiltakið, sum fer at minna mest um eina café, byrjar við, at hugt verður eftir einari TEDTalk røðu um tøknina og grundhugsjónina aftanfyri Bitcoin og aðrar Cryptocurrencies.




Eftir tað verður møguleiki hjá teimum, sum ynskja at læra meira, at práta við serkøn og roynd fólk innanfyri Bitcoin.

Tiltakið verður 19. januar kl. 16:30 í Býarbókasavninum í Havn