FC Suðuroy tapti í dag 2-1 móti KÍ í Klaksvík. Avgerandi málið í dystinum kom ikki fyrrenn í evstu løtu, tá Heðin á Lakjuni fekk skora fyri KÍ.
Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy, segði eftir dystin, at tað var øgiliga bitturt at fáa eitt mál ímóti sær so seint, men at KÍ tó hevði uppborið sigurin.
Hoyr samrøðuna við Jón Krosslá Poulsen, við at trýsta á pílin omanfyri.