Bjóða fólki á Summarfestival

Summar Festivalurin bjóðar nú fólki á festival aftur næsta summar. Summar Festivalurin 2011 verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august. Sum undanfarin ár fer Summar Festivalurin at bjóða sínum gestum útlendsk nøvn og teir bestu føroysku bólkarnar.

 

- Tað hevur verið ótrúligt at uppliva, hvussu Summar Festivalurin er vaksin frá ongum til at verða best umtókta tónleikatiltakið hjá føroyingum, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

 

- Vit hava havt fleiri enn 50.000 gestir hesi sjey árini, festivalurin hevur verið hildin, og vit rokna við nógvum fólki aftur næsta summar, sigur Steintór Rasmussen.

 

Enn eru eingi nøvn kunngjørd til Summar Festivalin næsta ár, men fyrireikararnir halda seg kunna lova ein stóra og spennandi skrá, sum livir upp til undanfarin ár.

 

- Hesa fyrstu tíðina vilja vit gjarna bjóða okkara trúgvastu gestum, sum keypa síni atgongumerki í góðari tíð, ein heilt serligan prís, sigur Steintór Rasmussen.