Bjóðaðu politikarum á kaffifund í arbeiðsskúrinum

Í grótbrotinum í Porkeri eru fimm mans hjá Landsverk uppsagdir. Leygardagin bjóðaðu teir politikarum úr Suðuroynni til ein kaffimunn, fyri at greiða teimum frá støðuni Fimm mans hjá Landsverk, ið arbeiða í grótbrotinum í Porkeri, eru uppsagdir. Um orsøkina verður sagt í skrivi, at virksemið viðvíkjandi asfaltering verður nógv skert, og tí minkar virksemið í Porkeri eisini, tí haðani kemur nógv av tilfarinum til asfalt.

Á kaffifundinum í arbeiðsskúrinum leygarmorgunin varð tosað aftur og fram um støðuna, og m.a. kom fram, at hóast fíggjarlógin júst hevur verið fyri, so søgdu landsins kosnu menn seg onki kenna til, at minni skuldi asfalterast í næstum.

Uppsøgdu menninir greiddu frá støðu síni og gjørdu støðu sína greiða fyri politikarunum, ið harvið fingu innlit í málið frá teimum, ið raktir eru av sparingunum.