Bjørn á Heygum: Takið upp­skotið um at borgarar kunnu krevja fólkaatkvøðu úr!

Bjørn á Heygum advokatur heldur, at lógaruppskotið hjá Tjóðveldi um minnilutaverju eigur at vera býtt í tvey soleiðis, at tann parturin, sum loyvir 4.500 veljarum at krevja eina samtykta lóg til fólkatkvøðu, verður tikið úr uppskotinum í fyrstu syftu

Marjun Dalsgaard

Bjørn á Heygum heldur at minnilutaverja er eitt gott hugskot. Tó eiga vit at vera varin við at lata veljarar krevja fólkaatkvøðu.
– Tað er ógvuliga demo­krat­iskt og uppfyllir í stóran mun dreymarnar um eitt fullkomið fólkaræði. Tað kann tó hava vansar við sær, um tað verður misbrúkt, ávar­ar Bjørn á Heygum.
– Vansin kann vera, at okk­urt sum er frammi í sam­felagnum og kanska í ávísan mun ber brá av at vera eittsindur upphitað ávísa løtu, kann koma eitt sindur skeivt fyri. Tað er ikki altíð, at sovorðið er so væl gjøgnumarbeitt, og tað kann vera at ein ávísur fólkastemningur ger, at nú skal hetta til fólkaatkvøðu, sigur Bjørn á Heygum.
Í heila tikið mælir hann til varsemi, tá so grundleggjandi og kollveltandi broyt­ing­ar skulu fremjast í stýris­skipanarlógini.
– Vit hava ikki traditión fyri at hava fólkaatkvøður so nógv og so ofta í Skandi­navia, og tí skal man vera eittsindur varin, tá man fer undir nakað heilt nýtt, sigur hann.
Lógaruppskotið hjá Tjóð­veldi nevnir Sveis sum dømi upp á eitt land, sum brúkar fólkaatkvøður í stóran mun. Júst Sveis er eitt rættuliga konservativt land, og hetta kann eisini vera vansin, tá fólkaatkvøður verða nógv brúktar:
– Um tú hevur eitt kon­serva­tivt element og eitt ko­nservativt fundament í samfelagnum, so kann tað blíva rættuliga dominerandi og so kanska tað heldur einum ávísum útviklingini aftur, sum annars vildi verið náttúrligur, sigur Bjørn á Heygum.
Han heldur, at tunnils­mál­ið er eitt gott dømi um, at tað ber væl til at steðga ein­ari tilgongd, sum ikki hev­ur undirtøku í fólkinum, eisini uttan beinleiðis fólka­atkvøðu.
Gunnvør Balle heldur ikki nakað vera í vegin fyri, at broyta lógaruppskotið.
– Vit gera tað líka nógv fyri at fáa eitt kjak um hesi viðurskifti í gongd, og tað er væl møguligt, at vit vilja broyta hetta, sigur hon.