Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna, er ikki fegin, nú Bjørn á Heygum er farin í fjølmiðlarnar við málinum um Heyganeshandilin, ið ætlanin er at taka niður.
- Spurningurin er, um tað er vert at gera viðmerkingar. Hetta er ein long søga, sum ein ikki soleiðis kann bera fram í bitum, sigur Gunn Joensen.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Trupult mál<o:p></o:p>
Tá slíkar varðveitingarætlanir eru fyri, so eru nógvar fkøkjur at greiða, t.d. viðvíkjandi endurgjaldi, tá arbeitt verður við at endurbyggja, og slíkt kann verða tógvi stríð.<o:p></o:p>
Og Gunn Joensen vísir á, at júst slíkar ætlanir hava verið fyri, men eru ikki komnar víðari.<o:p></o:p>
- Hetta er trupult mál og eg skilji væl Bjørn á Heygum, sigur Gunn Joensen, og sipar til ættarbondini.
Gunn Joensen metir tó, at Bjørn á Heygum gloymir sín egna leiklut.
- Her er fornminnisfelag og bygdasavn í Vestmanna og Bjørn á Heygum er limur har. Ætlandi skuldu hesir felagsskapir keypa bygningin, men hetta kom ongantíð so langt. Arbeiði bygdasavnsins dróg út. Har hava tey ikki gjørt sítt arbeiði, sigur Gunn Joensen, sum tó minnir á trupulleikarnar viðvíkjandi stuðuli og øðrum, ið ofta gera slík mál tung at fáast við.
- Bjørn á Heygum er eisini boðsendur til fundar, men er ongantíð møttur, sigur Gunn Joensen.
<o:p></o:p>
Varðveita annan handil
Gunn Joensen vísir á, at hetta er ikki eit einfalt mál.
At Vestmanna Kommuna skal hava fingið sær eitt alibi, sum Bjørn á Heygum førir fram, vísir borgarstjórin aftur.
- Talan er als ikki um, at vit hava biðið um nakað alibi., hóast vit hava biðið um eina meting frá fornminnismyndugleikanum. Og hesin myndugleiki hevur ikki givið boð um at ríva niður, sigur Gunn Joensen. Men talan kundi kanska verið um at varðveitt bygningin, um hugsað bert varð um útsjónd. Men fornminnismyndugleikin hevur eisini sagt, at talan helst bert hevði verið um eitt slag av rekonstruktión, sigur Gunn Joensen.
- Eg kenni næstan, sum hetta er at fara í fjølmiðlarnar at blaka óhumsku eftir hvørjum øðrum, sigur Gunn Joensen.
-Men mín viðmerking er, at hava vit ikki gjørt okkara, so hevur Bjørn á Heyum heldur ikki gjørt sítt, sigur borgarstjórin í Vestmanna, Gunn Joensen.
Vestmanna Kommuna er í gongd við varðveitingarætlanir viðvíkjandi handlinum hjá John. Talan er her um tveir handilsbygningar í bygdini, ið brøðurnir á Heygum ? Ólavur og John ? hava staðið fyri.
- Talan er um at velja ímillum hesar bygningar, so tað er ein prioritering, sigur Gunn Joensen, ið minnir á, at sjálvsagt virðismetir ein hóast hetta tað, ið Ólavur á heygum hevur staðið fyri.
Vestmanna Kommuna verðveitir handilin hjá John, ið er frá fyrst í 1900, og sum eisini stendur, sum hann altíð hevur staðið. Einki skal gerast, bert er neyðugt at vaska og slíkt.