Bjørt Samuelsen: –Tað verður ein drúgv onnur viðgerð

og so er tað mín vón, at tað eydnast, at fáa álitið samtykt

–Eg vænti, at verður ein drúgv onnur viðgerð fríggjadagin, og so er tað mín vón, at tað eydnast, at fáa tað samtykt til aðru viðgerð, sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini, um álitið, sum vinnunevndin er komin við um fyrisiting av sjófeingi. Hetta sigur hon við Árna Gregersen í tíðindasendingini á Rás2 í kvøld. 

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Bjørt Samuelsen í kvøld. 

 

 

Bjørt Samuelsen heldur, at tað eru fleiri í samgonguni, sum eru misnøgd, og tað verður man, tá ið sumt verður broytt.

 

 

–Sjálvandi hevur verið samskift við Framsøkn, sum ikki hevur umboð í nevndini, men tað sum hendi í gjár var, at summi ting vóru broytt í seinastu løtu, sigur hon. 

 

 

Álitið kemur bert aftur í nevnd, um tað verður atkvøtt fyri tí. Nú er tað farið úr vinnunevndini og skal til viðgerð, og verður tað samtykt fer tað til triðju viðgerð.