Bjargingarbragdið hjá Alfred Egholm

Í seinastu Miðviku varð greitt frá bjargingarbragdi hjá Jens Petur Egholm. Beiggi hansara Alfred framdi eisini eitt minniligt bragd

Óli Jacobsen
---

Í 1932 gingu vágssluppirnar Im­manu­el og Laura burtur í ein­­um ræðu­ligum illveðri við 38 monn­um.
Í sama illveðri gekk eitt franskt skip burtur, og manningin varð bjarg­að av "Suðuroy", har skip­arin var Alfred Egholm.
Suðuroy hevði eins og nógvar aðrar sluppir verið heima og landað. Væl lá fyri hjá skiparanum Alfred Egholm, vanliga nevndur Affi, at fáa fisk.
Teir vóru nú á veg av stað aftur og vóru komnir norður á Funning eftir funningsmonnum, sum skuldu við. Mamma Alfred var úr Funn­ingi, tí kendi hann so væl funn­ings­menn.
Meðan teir liggja har, fall baro­metrið nógv fyri umrødda ódnar­veður. Nógvir eingilskir trolarar vóru komnir inn á Funningsfjørð at kroka.
“Suðuroyggin” fór av Funningi, hóast henda lága barometurstand. Orsøkin var tann, at skiparin hevði droymt, at eitt skip var í havsneyð vestur úr Føroyum. Og so var. Teir komu fram á skipið í evstu løtu og fingu bjargað manningini.
Tá ið “Suðuroyggin” kom aft­ur av Suðurlandinum, fekk “Dimma­lætt­ing” Alfred Egholm at greiða frá tilburðinum, og sigur hann so­leiðis frá:
Á fyrrapartsvaktini tann 12. apríl um middagsleitið sóu vit eitt skip um leið tvær strikur til stýriborð. Tað tóktist at skifta kós í heilum. Eg sá skjótt, at okkurt var áfatt við skipinum, men vit sigldu okkara kós og høvdu somu ferð.
Brádliga sóu vit, at skipið hevði neyðflaggið á stong, og settu vit tí kós beint ímóti tí. Nú sóu vit, at tað var ein fronsk skonnart, sum bar navnið “Marcel Rene”. Vit sóu eisini, at hvør maður var á dekkinum og sveiggjaðu við ørmunum.
Vit sigldu so nær, at teir kundu preia, og tann franski skiparin rópti: ”Kom um borð, skipið er um at søkka undan okkum.”
Vit vóru skjótir at seta bátin út, og sjálvur fjórði fór eg í bátin og róði yvir til fransmannin. Tað gekst so toluliga, hóast tað var ógvu­liga tungur sjógvur. Vit komu upp á síðuna av skipinum. Eg og ein av bátsmanningini lupu upp á dekkið á fransmanninum, og fóru vit báðir niður í kahúttina saman við tí franska skiparanum.
Hann tosaði við okkum um skaðan, ið skipið hevði fingið. Tað lak illa har afturi, og tað hoyrdist, hvussu sjógvurin rann inn í tað. Eisini var róðrið brotið. Kolkjallarin var fullur av sjógvi. Motorurin gekk enn, og lensipumpan var í lagi.
Áðrenn vit høvdu verið nógvar minuttir um borð, vaks hann vind­in, so har var einki at gera enn at sleppa sær av skipinum og bjarga fransmonnunum. Tað var ikki høvi til at taka nakað av týdningi við sær, bara onkran smálutin.
Eftir at vit vóru komnir um borð á “Suðuroynna” aftur í øllum góð­um, og fransmaðurin enn ikki var sokkin, bíðaðu vit einar fimm tímar, áðrenn tað sakk. Tá ið skipið fór undir, græt tann franski skiparin. Kósin varð so sett vestureftir, og ættin var frískur vindur av út­synn­ingi suðri.
Hósdagin tann 14. apríl kl. sjey um morgunin komu vit inn í Vest­mannaoyggjarnar, og tá ið vit komu inn um pierin, sóu vit, at eitt franskt vaktarskip lá fyri akkeri á vágni. Vit preiaðu tað og lótu síðani akkerið falla.
Ein bátur kom um borð til okk­­ara, og førdi hann ta bjarg­aðu manningina um borð á frans­mann­in. Eg og ein av manning mín­­ari fóru við um borð. Har var hugt at skips­dagbókini og øðrum pappír­um, og eisini varð ein frá­greiðing skri­v­að.
Um middagsleitið fór vaktar­skipið av stað, tað skuldi á Reykja­vík."

Fekk heiðursmerki
Tann franski sendimaðurin í Reykja­vík, de Fonteney at navni, sendi eitt skriv til reiðaran á “Suður­oynni” frú Ebbu Müller. Í hesum skrivi segði hann, at hann hevði hitt skiparan á tí franska vaktarskipinum, og at hesin í rósandi orðum hevði greitt honum frá tí dirvi og sjómansskapi, ið skip­ari og manning á “Suðuroynni” høvdu sýnt, tá ið teir bjargaðu mann­ingini á “Marcel Rene”.
Hann segði, at tað var eitt satt bragd at bjarga fransmonnunum av tí søkkandi skipinum og yvir á “Suður­oynna” í tí tunga sjógvi, ið tá var. Hann var hugtikin av skip­ar­anum á “Suðuroynni”, sum hann helt vera ein rættan sjógarp, ið dugdi sín sjómansskap út í æsir.
Harumframt sigur de Fontenay, at hann skilti á skiparanum á bjargingarskipinum, at hann ætlaði at mæla tí franska statinum til at lata skiparanum á “Suðuroynni” eina almenna viðurkenning.
Hana fekk hann eisini. Í 1933 fær Alfred eitt skriv dagsett 6. mars 1933 frá tí franska flotamálaráðnum, ið takkaði honum fyri avrikið , tá ið hann bjargaði fransmanninum tann 12. apríl 1932. Eisini fekk hann heið­­urs­merki, fyri bragdið, sum hann hevði útint.

Eftirmæli
Alfred Egholm doyði í 1972, 69 ára gamal. Georg L Samuelsen skrivaði m.a. í Dimmalætting:
Hóast Alfred ongantíð var mað­ur av mongum orðum, nýttist mær ikki at plága heilan fyri at finna uppá nakað at práta um. Millum vinmenn gjøgnum tey mongu ár kemur slíkt av sær sjálvum. Og eftir at hava prátað við Affe, fór eg ongantíð frá honum tungur í sinni.
Alfred var av góðum bergi brotin. Hann vaks upp í einum heimi, har tann regla altíð galt sum hekk uppi yvir køkshurðini heima, har mong vóru børnini, at "arbeiðið er eitt vælsignilsi". Har í húsinum lærdu tey ungu av fyridømi foreldra, og tað var einki sum æt at taka sær av løttum. Eingin kom út haðani full­floygdur uttan at ásanna ar­beiðs­gleðina.
Hugur hansara stóð tíðliga til sjógvin og rokkin aldurin at fáa prógv, gjørdist hann skipari á slupp, sum sigldi íslandssjógv. Og vildi inn ímillum so til, at hann ikki leitaði tann vegin, róði hann út við róðrarbáti á vanligum út­róð­rarleiðum úr Havnini, ella eisini við motorbáti vestur um, ella tá ið líkindi vóru, út á Bankan.
Eftir 2. heimskríggið lat Alfred byggja í Danmark línubátin "Sonja Egholm", uppkallaður eftir dóttrini. Tá á døgum var einki sum æt, at landið fíggjaði bróðurpartin bæði við lánum og beinleiðis studningi, so peningaliga byrðan var rættiliga tung at lyfta í slíkum føri. Men hann leit á "mátt sín og megi", sum Janus skald kvað á sinni. Og tó at byrð­in var tung at standa undir, stóð hann undir henni til eitt synd­ar­ligt óhapp undir landing í út­londum, sum óforskylt kom hon­um undir so stórt endurgjald fyri eingilska líkasælu, at raksturin ork­aði hetta ikki og skipið glapp hon­um av hondum. Teir høvdu fing­ið óbrúkiligar lossigreiðir frá landi av. Umframt hetta misti hann sonin Eyvind á hesum sama túri. Hann datt í dokkina og varð ikki aftur­funnin.
Onkur annar vildi tikið sær hend­an bakbrest so nær, at hann sum í Ibsens sorgarleiki "Vill­dunn­an", gjørdist ein annar gamli Ekdal. Men Alfred var ikki av tí slagnum, sum fær mønubrest av einum lívs­dreymi, sum brast. Hann átti heim­anífrá tann lívsarv, sum mølur og rustur ikki ber ígjøgnum. Hann fór við treysti undir lagnuna, gjørd­ist útróðrarmaður burturav á øðr­um sinni, og tá ið líkindi ikki vóru at røkja sjógvin og annað ar­beiði beyðst, tók hann við hes­um møgu­leikanum við báðum hond­um.
Hann gjørdist útróðrarmaður og stundum lossingarmaður og fekk væl burturúr.
Alfred var ein av teimum góðu havn­armonnunum, sum í navni og verki vísti aftur øllum bríksli til Havnina um, at her vóru tað skriv­stovur, sum ríkaðu upp býin, ikki sjógvurin. Hann var havnarbarn, sum fullgott prógvaði, at Havnin hevur verið før fyri at upptaka sjómenn, sum søgn kann ganga frá, og øll vit sum virða gott verk á sjógvi og landi níga høvur við grøv og minni hansara.

Sofus í Rituvík: Ásigldir av trolara
Sofus Højgaard í Rituvik var giftur við Helenu, systir Alfred, kend sum jarðarmóður. Tað verður mett, at hon hevur tikið móti 4.000 børnum í Havn, tey flestu fødd heima.
Helena hevur givið eitt serligt íkast til føroyska lagnusøgu. Í 1920 gekk Kristina, sum Kjølbro júst hevði keypt, burtur undir Íslandi, og tað hevur ikki verið heilt greitt hvat ið hendi. Men einaferð hittir Helena ein enskan sjómann, sum var inn­lagdur á hospitalinum í Havn. Hesin greiðir Helenu frá, at hann var við trolara, sum sigldi Kristinu niður, og at skiparin noktaði at bjarga manningini. Skiparin var tá deyður, tí kundi hann nú greiða frá hesum.
Sofus var einkjumaður, tá ið hann giftist við Helenu, og hann átti trý børn í hvørji giftu.
Sofus var føddur í 1882. Í 1899 fór hann til skips við Lalla Rohk hjá Jens Mohr.
Í 1921 keypti hann úr Svøríki Cathrine, uppkallað eftir fyrru kon­uni. Sofus førdi hana fyrstu árini 1922-24, og so aftur í 1928.
Hetta vár varð hon sigld niður av einum enskum trolara. Hetta várið fóru nógv skip at rigga tíðliga til at fara á Suðurlandið, og teir fyrstu fóru í februar.
Vanlukkan hendi 17. mars, tá teir vóru staddir á Selvogsbankanum. Teir fingu nógvan fisk hendan dag­in. Knappliga síggja teir ein trol­­ara, sum stevnir beint ímóti teim­­um, men teir ivaðust ikki í, at trolarin fór at halda av, soleiðis sum hann átti at gera. Men tað gjørdi hann ikki. Róðursmaðurin á trolaranum hevði einki varnast, hvat var at henda, fyrr enn í sein­astu løtu, men tá var ov seint. Hann sigldi við fullari ferð inn á stýriborðsbógv á Cathrinu og sorl­aði alt forskipið inn móti skei­lettinum. Tað eydnaðist sum við einum undri allari manningini at koma umborð á trolaran, áðrenn Cathrina sakk.
Ein av manningini var Einar Einarsson, íslendingur, búsettur í Rituvík. Hann var sanndroymdur. Hendan dagin tók hann, komin úr koyggjuni, klædnasekkin við upp á dekkið og setti hann hjá sær, har hann stóð og fílaði. Spurdur hví, svaraði hann aftur, at ”í dag verða vit yvirsigldir av einum trolara.” Rætt var. Tá ið hann sá trolaran, segði Einar: ”Hatta er hann.” Hann var fyrsti maður við pjøkanum upp á dekkið á enska trolaranum aftaná samanstoytin.
Trolarin, sum kallaðist Soranus, var á heimveg við fullari last og vildi sleppa at seta manningina á Cathrinu av í Føroyum. Hetta vildi Sofus ikki, og hann bað um at farið varð til Reykjavíkar við manningini. Her var sjóforhoyr, og bretski skip­arin átók sær alla ábyrgdina av samanstoytinum.
Sama ár keypir Sofus Mignonette, eisini úr Svøríki. Svágurin Dess gjørd­ist skipari, sum áður greitt frá. Í 1937 var Sofus bestimaður á Mignonette, og hetta var seinasta ár hann var burtur. Hann seldi skipið í 1946 inn á Strendur.
Sofus átti eisini Reykjanes, sum hann keypti í 1929, eisini úr Svøríki. Men 1. september 1936 sigldi hon á ein flúr við Føroyingahavnina. Stoyturin var so harður, at skipið gjørdist vrak. Menn mannskaði var eingin. Sofus andaðist í 1957.

Petur próst
Ein svágur var Petur Dahl (1912-1981), sonur Mariu og Jákup Dahl, próst, og abbasonur kenda tón­leika­mannin bakar Hansen. Petur var vanliga kallaður Petur próst.
Hann giftist við Petronellu, systir  Alfred og Jens Petur Egholm.
Tá ið Petur doyði skrivaði Ove Mikkelsen í Vági og Leif Waag­stein um Petur sum sann­an fram­burðsmann á fiski­vinnu­økinum.
Av yrki var Petur sjómaður, tók maskinmeistaraprógv í ungum ár­um og sigldi nógv ár sum meist­ari.
Framskygdur, sum hann var all­ar dagar, var hann ein av teimum fyrstu sum saman við vini sínum Christian Holm Jacobsen trúði upp á sildina og dugdi hann at síggja, hvønn ovurhonds stóra týdning hesi stovnur kundi vera fyri okkara samfelag.
Í 1940 fór Petur við “Sonnu” til Amerika at keypa eitt farmaskip til p/f Uvak. Hann leyk fult og heilt sína uppgávu, men aðrar umstøður gjørdu, at skipið kortini ikki varð keypt.
Hann keypti eftir kríggið fleiri sluppir, sum hann hevði eina tíð. Men hansara stóra virksemi inna fiskivinnuni kom at liggja á landi. Petur gjørdist skipasýnismaður og gjørdi ein av fremstu álitismonnum, eisini tá menn av álvara fóru at byggja stállínuskip seinnapartin av 1950-unum.
Í 1957 var Ognarfelagið sett á stovn við tí endamáli at skipa fyri bygging av línuskipum, og Pet­ur fekk serloyvi frá teimum stovn­um hann arbeiddi fyri, at vera álitis­maður hjá Ognarfelagnum, sum læt byggja 22 skip m.a. í Frak­landi og Eysturtýsklandi. Ser­liga hesi skip hevði Petur nógv við at gera, og her prógvaði hann eisini hvør álitismaður, hann var. Hann kundi verða spurdur um stórt sæð alt innan sítt øki, og hann svara nærum øllum. Hann fekk eisini viðurkenning fyri sín dugna­skap frá hesum útlendsku skipa­smiðjunum.
------
Komandi partur
Í komandi Miðviku verður ein samrøða frá 1904 við Jørgen á Nesi, eisini ein kendur sjógarpur