Bara fyri trimum vikum síðani, eftir at teir á heimavølli høvdu tapt móti EB/Streymi, bar alt á tað borðið, at NSÍ skuldi flyta niður í 3. deild. Nú kappingin er av, kunnu vit staðfesta, at NSÍ endaði hvørki á niðasta plássinum og harvið sum beinleiðis niðurflytari ella á næstniðasta plássinum, sum ber við sær eykastríð fyri at sleppa undan niðurflyting.
Endaspurturin hjá teimum næstbestu í Runavík hevur ikki verið ólíkur honum, sum tíggjumannafarið hjá teimum plagdi at vísa fyrr í summar.
NSÍ vann tríggjar tær seinastu ferðirnar, men hóast góða stigainntøku tvey vikuskifti upp í slag, so var vandin ikki burtur, tá teir fóru inn til Gøtu. FSF hevði lagt upp til, at dystirnir, sum høvdu týdning fyri niðurflyting skuldu spælast í senn, og í NSÍ vóru teir royttir av, at teir hoyrdu um støðuna í Gundadali, tá teir komu inn til Gøtu. Tað høvdu teir ikki fingið boð um og rokna við.
Tað gekk javnt á. GÍ hevði kanska bóltin meiri, og teir í NSÍ tóktust darvaðir av nervum. Men gøtumenn vóru ikki so vandamiklir í uppspælinum. Størstu hóttanirnar høvdu teir í deyðbóltsstøðum, tá kropssterku Jón Sigurd Gleðisheygg og Tummas Magnussen hóttu, uttan úrtøku.
NSÍ kom á odda, tá 24 minuttir vóru farnir, og tað var vorðið sum mál: Vongverjin í vinstru, Búgvi Jacobsen, lyfti úr 40 metrum, og bólturin dalaði undir handaru samankomingina.
Tólv minuttir seinni javnaði GÍ. Eitt av álopsvápnunum hjá teimum plagar at vera skjótleikin hjá Heina Heinason, men leygardagin var tað bara hesa einu ferðina, at hann slapp leysur, og so var mál.
Í 2. hálvleiki trýsti heimaliðið eina góða løtu, men so umskipaði NSÍ, Brynjolvur Nielsen fór úr verjuni og fram á miðvøllin, hann hevði eitt langskot á samankomingina, og enn eina ferð avgjørdi Sonni L. Petersen, eftir at hann var skiftur inn.
Málið fimm minuttir fyri leiklok var ein gáva. Rúni Joensen royndi at temja afturlegging, men Sigurjón Einarson var á honum, bólturin fór til Sonna Lamhauge Petersen, sum trillaði í tóma kassan, og so hevði NSÍ vunnið og tryggja sær framhaldandi uppihald í 2. deild.