Bjarni Djurholm: Tá politikkur og frøði gerast selektiv

TÍÐARGREIN: – hevur Osmund Justinussen ikki rætt, tá samanumkemur? spyr Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin í tíðargrein:

– Hevur Osmund Justinussen ikki rætt, tá samanumkemur?

 

Farnu tíggju árini hevur fiskiskapurin eftir botnfiski á føroysku grunnunum verið søguliga vánaligur.

 

Høvuðsorsøkin til laku veiðitølini verður søgd at vera ovveiða og farnu árini eisini fiskidagaskipanin, sum sambært serfrøðini ikki tálmar veiðitrýstið, so tað er í samsvari við lívfrøðiligu tilráðingarnar.

 

Spurningurin sum leik og lærd kunnu seta sær, er hetta so?

 

Uppruna samlaða fiskidagatalið var knappar 50.000 dagar. Ár undan ári er dagatalið lækkað og er nú um 22.000 dagar ella bara góð 40% í mun til fyrst ásetta dagatalið.

 

Samstundis eru friðaðu økini javnt økt – bæði í vídd og tali, so munandi partur av fiskileiðunum eru friðaðar stóran part av árinum, summi øki friðað burturav. Hugsandi er, at fjøldin ikki hevur minsta varhuga av, hvussu nógvar leiðir eru stongdar.

 

Summar av friðaðu leiðunum er stongdar, uttan at nakar við vissu veit hví. Kortini ber ikki til at fáa hesar ella aðrar leiðir latnar upp aftur, tá Havstovan ikki er sinnað at mæla politisku skipanini so mikið sum royndarfiskiskap á stongdu leiðunum.

 

Ikki økt veiðiorka

Sambært Fiskiorkunevndini, sum var sett í 2008 var niðurstøðan, at samanlagt var eingin effektivitetsøking í skipaflotanum og veiðiorkuni.

 

Staðfestast kann somuleiðis, at í flestu pørtum av flotanum er talið av fiskiskipum minkað munandi farnu árini, har skipatalið er farið næstan niður í helvt, t.d. línuskipini úr 27 niður í 14, og sami niðurskurður er galdandi fyri trolararnar og størru útróðrabátarnar. Smáu útróðrarbátarnir eru mestsum burtur.

 

Ávís effektivitetsøking var hjá partrolarunum, men síðani 2008 er neyvan nøkur nevniverd øking í veiðiorkuni har heldur.

 

Samanumtikið er veiðiorkan tí ikki økt síðani 2008, eins og royndin á føroysku grunnunum alsamt hevur verið minkandi. Vinnan hevur tikið atlit til støðuna hjá botnfiskastovnunum – fiskað er á ytru leiðunum, á dúpum vatni, á Íslandsrygginum, undir Íslandi, við Eysturgrønland, á Flemish Cap og við Rockall.

 

Andsøgnin

Kortini hevur tilgongdin sambært Havstovuni verið søguliga lítil fyri toska- og hýsustovnin, og hevur árliga tilmælið áhaldandi verið niðurskurður uppá minst 30%, vísandi til alt ov stóra veiðiorku.

 

Henda ráðgeving er kortini á andsøgn fyri støðuna á Føroya Banka, sum stórt sæð hevur verið friðaður síðani 2006, uttan at hetta hevur havt nakra jaliga ávirkan á toskastovnin á bankanum, kanska tvørturímóti. Hví so er, veit Havstovan ikki.

 

Hyggja vit harafturat at samtykta fiskidagatalinum í Løgtinginum farnu 15 árini, sum hvørt ár hevur verið hægri enn lívfrøðiliga tilráðingin, so hevur veruliga brúkta fiskidagatalið tá avtornar á hvørjum árin mestsum verið í samsvari við tilráðingarnar frá Havstovuni. Spurningurin er tí, er tilmælta dagatalið frá Havstovuni sama tíðarskeið so eisini skeivt?

 

Einki svar

Á fleiri fundum í Løgtingsins vinnunevnd, hevur Havstovan fingið spurningar um nevndu viðurskifti, ikki minst um støðuna á Føroya Banka, men trupult hevur verið at fingið nakað ítøkiligt svar. Eisini spurningar um størsta variabulin, nevniliga náttúrugivnu umstøðurnar, hevur lívfrøðiligi myndugleikin ikki nakað nøktandi svar uppá – tykist, sum henda dimensiónin slettis ikki er partur av stovnsmetingunum yvirhøvur.

 

Í 2008 og 2010 varð boðað frá góðari tilgongd til toskastovnin, men samanumtikið spurdust einki burturúr. Hví mundi tað vera?

 

Tað er eisini fleiri ferðir komið í ljósmála, at yngul- og ungfiskakanningar hava sæð hampiliga væl út, men einki kom inn í fiskiskapin - fiskurin bleiv burtur. Onnur ár hevur eingin ungfiskur verið at sæð, men so brádliga er hann aftur á grunninum sum 4-7 ára gamal fiskur. Hví hevur hann verið burtur, og hvar hevur hann verið?

 

Hesir spurningar eru umaftur og umaftur settir lívfrøðiligu myndugleikunum, uttan at nakað nýtiligt svar er komið.

 

Eingin fuglur, eingin fiskur

Samstundis sum fiskiskapurin hevur verið lakur, hevur verið eyðsýnd afturgongd hjá svartfuglinum, ikki minst er lundastovnurin minkaður søguliga nógv. Eingin sildberi og nógvar deyðar pisur. Yvirhøvur hevur svartfuglurin hildið seg langt úr landi og man tað vera besta tekin um, at føðin finst úti av landgrunninum. Tá so er, hevur altíð verið fiskaloysi við Føroyar.

 

Í miðlunum verður javnan kunnað um avreiðingarhagtøl av Føroyska landgrunninum. Flestu munnu vera sera hørm um ringu støðuna, at so lítið kemur uppá land. Trupulleikin er bara, at hesi hagtøl í besta lagi ikki eru álítandi.

 

Tey sum geva sær far um veiðiorkuna farnu 20 árini vita, at samlaða veiðiorkan á innara landgrunninum nú bert er um triðing av tí, tá hon var uppá tað mesta – tey árini, tá vit fiskaðu omanfyri 30,000 tons av toski árliga.

 

Bara skerja og kvotera

Fatanin hjá mongum um vánaligu støðuna er tí sjálvsagt, at toska- og hýsustovnarnir eru niðurfiskaðir – við støði í miðlingini um orsøkirnar og støðuna hjá botnfiskastovnunum, kunnu tey halda annað?

 

Sjálvt millum fremstu politikararnar er fatanin, at bara vit skerja fiskidagarnar, soleiðis sum Havstovan mælir til, so fer fiskiskapurin at batna sum frálíður.

 

Seinasta leikur er so, at kvotaskipan skal bjarga fiskastovnunum. Skipan, sum vissiliga ikki kann brúkast, har blandingsfiskiskapur er meginreglan – heldur ikki um settir verða ótal av observatørum á sjógvi og landi (sum landsstýrið ætlar) og at allur “ólógligur” fiskur verður landaður fyri ásettan undirprís, har landskassin so fer avstað við avkastinum. Ein kriminaliserandi, demotiverandi og hundadýr skipan.

 

Henda skipanin hevur kortini tann fyrimun fyri myndugleikarnar, at teir altíð fáa rætt í sínum tilmælum og metingum (selvopfyldende profiti, sum danir siga), at landaðu tonsini fara at samsvara við loyvda tonsatalið - alt hitt verður nevniliga blakað fyri borð. Alternativt verður, at “ólógligi” fiskurin skildur frá og seldur sambært eftirlitisskipanini hjá landsstýrinum. Har verða eingir vinnarar, bert taparar, undantikið fjøldin av nýggjum eftirlitisfólkum og so landskassin uppá stutt sigt. At enda verða øll taparar.

 

Skipini útihýst

Viðkomandi spurningurin er so, hví eru veiðitølini so lág? Er tað ovfisking, ella gera aðrar umstøður seg galdandi?

 

Orsøkirnar burdu verið eyðsýndar. Størru línuskipini hava ikki veitt á grunnunum farna árið. Tey hava roynt á fjarleiðum. Útróðrarflotin er nærum burtur, og tey fáa skipini sum royna undir Føroyum eru útihýst av øllum stongdu/friðaðu leiðunum og Føroya Banki er vorðin eitt lukkað akvarium – eitt eksperiment.

 

Samanumtikið sleppur eingin at veiða, har fiskur (møguliga) er.

 

Úrslitið eru fáar landingar, bert hagtøl sum siga frá avmarkaðum og smáum landingum, sum ikki greiða frá veruligu orsøkunum fyri, at avreiðingarnar eru so lakar. Einki at siga til at almenningurin undrast og óttast.

 

Eitt tykist vist, almenna lívfrøðin tekur harumframt ikki sjónlig atlit at náttúrugivnu fortreytunum, tá stovnsmetingar verða gjørdar, eins og minkandi veiðitrýstið farnu árini heldur ikki eru partar av metingunum, tá um landingar ræður. 

 

Nógv er til

Fyri stuttum kunngjørdi Havstovan tó, at nøgdin av toski, hýsu og hvítingi nú eru farin at nærkast tí, sum fyrr var vanligt og at nøgdin av nebbasild í toskamagunum eisini er óvanliga stór í ár.

 

Henda observatión samsvarar eisini væl við ta sannroynd, at talið av lunda er vaksandi og at nógvur sildberi var at síggja í summar. Henda gongdin var eisini sjónlig í fjør.

 

At tilgongdin av toski er vaksandi sæst tó ikki aftur í landingartølunum ella hagtølunum yvirhøvur. Dastið av flotanum roynir sum kunnugt aðrastaðni og ikki slepst at royna á leiðum, har fiskur møguliga er.

 

Farnu árini hevur verið nógv fokus á væntandi landingarnar. Politisku ábreiðslurnar, serliga  frá Tjóðveldi hava verið, at førdi fiskivinnupulitikkurin hevur kostað samfelagnum 100-tals milliónir árliga.

 

Hetta er álvarsamt uppáhald, sum tó ikki er annað enn politiskur pástandur. Hevði flokkurin við síni frøði flutt kikaran frá blinda eyganum, og gjørt objektivar niðurstøður av veruleikanum, høvdu flokkur og teirra frøði skjótt varnast, at náttúran livir sítt egna lív – at hon sjálvsagt eisini orsakar støðuna á okkara nærleiðum.

 

Søguliga  er staðfest, at fiskaloysi er partur av sveiggjunum – í styttri og longri tíðarskeið. Hóast øll munnu vera samd um, at farast skal væl um tilfeingið í náttúruni, so gera vit neyvan nakað við sveiggini í veðurlagnum, sum vissuliga hava orsakað fiskameingið – bæði tá nógv er til og tá fiskaloysi hevur verið.

 

So eiðasørt

Øll tykjast samd um, at heimurin er ávirkaður av veðurlagsbroytingum, at náttúran undir- og omansjóvar er ávirkað av alheims upphitingini.

 

Tað løgna er, at hjá okkum tykist frøðin og partar av politisku skipanini ikki geva hesum ans, tá vit viðgera fiskastovnarnar, hóast somu flokkar og frøðingar eru dyggir forsprákarar fyri at gera kostnaðarmikil klimaátøk annars.

 

At norðurhøv kóka av makreli, at nebbasildin hevur svikið ár um ár, at gróðurin í havinum er serstakliga missjavnur, at svartfuglurin næstan ikki tekur land og at veðurlíkindini annars eru serliga skiftandi, átti sjálvsagt eisini komið teimum til hugs, tá toska- og hýsustovnarnir verða umrøddir – men so eiðasørt.

 

Osmund Justinussen

Ein av okkara dugnaligastu sjó- og útgerðarmonnum, Osmund Justinussen, hevur farnu árini sera neyvt og gløgt lýst samanhangin millum fiskastovnarnar og veðurviðurskiftini oman- og undirsjóvar generelt og El Nino-fyribrigdið spesielt.

 

OJ hevur áhaldandi víst á gongdina við fiskiskapinum á grunnunum, nær góður toska- og botnfiskiskapur annars kann væntast við Føroyar, og hvat orsøkirnar eru til tess.

 

M.a., at hálvt til eitt ár eftir at El Nino hevur verið í hæddini í Stillahavinum, ávirkar hetta sjóvarhitan við botnin á Føroyaleiðini og harvið alt gróðrarlív og sostatt eisini tilgongdina og fiskiskapin á grunninum.

 

Hóast mong við áhuga hava lisið niðurstøðurnar hjá Justinussen, og annars hoyrt hann greiða frá sínum dyggu observatiónum, so hava hansara metingar fingið lítlan ans frá etableraðu stovnsvitanini og summum flokkum á tingi.

 

Men nú frættist frá Havstovuni, at nøgdin av toski, hýsu og hvítingi eru farin at nærkast tí, sum fyrr var vanligt og at nøgdin av nebbasild í toskamagunum eisini er óvanliga stór í ár.

 

Í geyma

Júst ár aftaná at El Nino var í hæddini og sum framsýndi Osmund Justinussen hevur greitt frá.

 

Hetta eru burturav gleðitíðindi fyri vinnuna og samfelagið alt.

 

Spurningurin er so - hava flokkar og lívfrøðiliga serfrøðin gørt seg sek í væntandi sakliga viðgerð av okkara ríkidømi í havinum?

 

Um so er, fær tað ongar avleiðingar teirra megin borðið.

 

Hevur Osmund Justinussen rætt í sínum dyggu forsagnum, so kann almenna fakliga ráðgevingin hava kostað kostað samfelagnum óneyðugar 10-tals milliónir kr.

 

Tað er í hvussu er vert at leggja sær í geyma.

 

Bjarni Djurholm