Bjarni er væl fyri tekniskt

Bjarni Jørgensen er tekniskt væl fyri og tað verður spennandi at fylgja gongdini hjá honum. Tað er skotsmálið fyrrverandi EB/Streymaleikarin, Bjarni Jørgensen, fær frá venjara sínum Anders Gerber.

 

FC Fyn, sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, hevur knýtt fleiri leikarar at hópinum í vetrarsteðginum, teirra millum Bjarna Jørgensen. Á heimasíðu felagsins hevur venjarin lýst hvønn einstakan leikara og Bjarni Jørgensen fær rósandi orð við á vegnum.

- Bjarni Jørgensen er fyrrverandi føroyskur landsliðsleikari, sum ikki hevur spælt í heyst. Tískil vantar enn nakað, áðrenn hann er komin í form, men Bjarni er ein leikari, ið er tekniskt væl fyri og sum stendur best á framrættaða partinum á miðvøllinum, bæði á sentralt og í borðunum, metir Anders Gerber, sum er spentur upp á at fylgja gongdini hjá Bjarna í vár.

 

Bjarni Jørgensen er skrásettur fyri ein A-landsdyst, tá hann var partur av venjingardysti hjá Føroyum í 2006. Hann hevur sáttmála við FC Fyn fram til augustmánað. Í FC Fyn spælir eisini ein annar føroyingur. Talan er um U21-landsliðsleikaran Viljorm Davidsen, sum eisini hevur verið inni kring A-landsliðið. Viljormur er fastur maður í verjuni á besta liðnum hjá FC Fyn.