Enn er eingin peningur játtaður til at keypa ognarjørðina í Klaksvík, har vegur og rundkoyring skulu gerast. Bjarni Djurholm ákærir Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, fyri ikki at hava játtað Vinnumálaráðnum neyðuga peningin, sum landsverkfrøðingurin skal nýta, men Karsten Hansen vísir hesum aftur, sjálvt eftir at Vinnumálaráðið í gjár sendi Sosialinum gongdina í málinum dato fyri dato.
Bjarni lúkaði ikki treytirnar
Fyrsta umbøn um eykajáttan varð játtað Vinnumálaráðnum seint í november 2002, men av tí at málið dróg út og nýtt fíggjarár byrjaði, fall játtanin burtur við lóg.
Karsten Hansen tvíheldur um, at vinnumálaráðharrin var ov seinur við seinnu umbønini í februar til Fíggjarmálaráðið, og at fyrispurningurin um eykajáttanina til Norðoyatunnilin ikki uppfylti tey krøv, sum ásett eru.
- 20. januar í ár varð eitt rundskriv sent út við tí kunngerð, at ov nógvar eykajáttanir vóru, og at hetta hevði tikið grundarlagið undan fíggjarlógini. Rundskrivið varð sent, eftir at fleiri løgtingsmenn høvdu víst á hetta, eru fyrstu viðmerkingar Karsten Hansens.
Ásett varð eisini, at ein umbøn um eykajáttan skuldi vera í Fíggjarmálaráðnum minst 14 dagar áðrenn hon skuldi vera viðgjørd og játtað, umframt at talan skuldi vera um útreiðsluneutralitet.
- 14. februar fingu vit teldupost frá Vinnumálaráðnum, men tað merkisverda er, at tá var eingin fyrispurningur um eykajáttan til Norðoyatunnilin. Ikki fyrr enn 27. februar kl. 16:08, tá fólk hava fingið frí frá arbeiði, kom ein teldupostur frá Vinnumálaráðnum við fyrispurningi um pening til ognan av jørð, og dagin eftir var landsstýrisfundur, har hesi viðurskifti vórðu viðgjørd, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri. Evstamark til umbøn var 14 dagar áðrenn 4. mars, og sambært Karsten Hansen var dagurin, teir fingu umbønina, sum sagt 27. februar, og tað var ov seint.
Karsten Hansen sigur, at Vinnumálaráðið sostatt ikki uppfylti krøvini um, at umbønin skuldi vera Fíggjarmálaráðnum í hendi 14 dagar undan viðgerð, umframt at umbønin ikki var útreiðsluneutral, hóast gamla Ternan varð sett á sølulistan. Í samráð við Anfinn Kallsberg, løgmann, var niðurstøða fíggjarmálaráðharrans, at Bjarni og co. ikki høvdu lúkað áður umtalaðu treytir, og tískil var peningur til keyp av lendi ikki tikin við í uppskotið til eykajáttanarlógina fyri mars. Onnur øki, peningur varð játtaður til, vóru útreiðsluneutral.
Fíggjarmálaráðharrin úr Tjóðveldisflokkinum sigur, at í frágreiðingini hjá Bjarna Djurholm og hansara monnum um gongdina í málinum eru týðandi upplýsingar og sannroyndir ikki við, t.d. treytirnar um eykajáttan við tíðarfreist og útreiðsluneutraliteti, sum ikki vórðu lúkaðar.
Vinnumálaráðið bíðar ikki eftir peningi
Við hesi útgávu síni staðfestir Karsten Hansen, at Vinnumálaráðið ikki hevur øðrum enn sjær sjálvum at takka fyri, at eingin peningur fyriliggur. Men Karsten vísir á, at Vinnumálaráðið og landsverkfrøðingurin í veruleikanum als ikki bíða eftir peningi.
- Átta mánaðir eftir teirra umbøn um pening á fyrsta sinni fara teir undir at senda brøv til jørðeigarar, og hetta er júst eitt tekin um mistøk teirra. Teir bíða als ikki eftir peningi, tí eingin jørð er til taks í Klaksvík, sigur ein avgjørdur fíggjarmálaráðharri.
Fíggjarmálaráðharrin vísir eisini á, at fyrireikingin til sjálva umbønina hjá Vinnumálaráðnum tykist ikki hava verið nóg góð, tí málið um ognarjørðina skuldi langt síðani verið avgreitt.
Havi ikki logið um nakað
Tað stutta av tí langa er sambært Karsten Hansen, at Vinnumálaráðið fekk pening játtaðan í oktober í fjør, sum tó fall burtur við lóg, tá fíggjarárið endaði, meðan teir vóru ov seinir við umbøn og lúkaðu harvið ikki treytirnar í februar.
- Eg havi í øllum førum ikki logið um nakað sum helst, tað er ein stór lygn, slær Karsten Hansen fast, og sostatt hevur sheriffurin úr Klaksvík vónandi seinasta skotið í orrustuni við læraran úr Havn, Bjarna Djurholm.
Talan tykist í seinasta enda vera um orð móti orði í kjakinum millum Karsten Hansen og Bjarna Djurholm, har øðrvísi upplýsingar verða latnir frá hvørjum stýrið sær. Tað einasta vissa er, at peningur ikki fyriliggur til landsverkfrøðingin at fáa til vega jørðina til vegagerð í Klaksvík, umframt at jørðeigararnir ikki fyrrenn nú hava fingið brøv sendandi.