Bjarni Johansen: Landsstýrið skal ikki noyða kommunur saman

Borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, tekur greitt frástøðu frá hugsanini um, at landsstýrið í framtíðini skal kunna noyða kommunur at leggja saman.

Í samrøðu við Kringvarpið í dag segði Bjarni Johansen, at tað eigur at vera upp til kommunurnar sjálvar at taka støðu til kommunusamanleggingar. Hann helt, at betri loysnin er at styrkja samstarvið millum kommunur heldur enn at leggja tær saman.

Útmeldingin kemur, eftir at løgmaður í ólavsøkurøðuni kom inn á evnið. Meira ítøkiligur var løgmaður í samrøðu við Sosialin fyri ólavsøku, har hann gloppaði dyrnar fyri tvungnum kommunusamanleggingum.

– Ikki enn. Men tað kann koma, segði løgmaður við Sosialin.

Hann vísti á, at fleiri kommunur leingi hava tosað um sjálvbodnar samanleggingar, og at landsstýrið í fyrstu atløgu vil geva teimum møguleika at finna loysnir sjálvar.

– Vit vilja geva kommununum ein møguleika at finna loysnir sjálvar. Tað er tann besta loysnin, segði løgmaður.

Men hann legði samstundis afturat, at um einki er hent, tá hetta kommunala valskeiðið er liðugt (í 2028), kann landið taka stig til at áseta eina nýggja kommunuskipan.

 

##med2##

– Eg veit ikki, um tað endiliga skulu vera sjey kommunur. Tað týdningarmiklasta er, at tær eru sterkar, segði løgmaður við Sosialin.

Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, er tó ósamdur í hesi tilgongdini. Sambært honum eigur landsstýrið als ikki at blanda seg upp í, um kommunur leggja saman ella ikki. Hann heldur, at kommunur kunnu loysa nógvar avbjóðingar við at samstarva um uppgávur, uttan at tað krevur eina formliga samanlegging.

Harvið hómast eitt politiskt orðaskifti um framtíðar kommunuskipanina, har landsstýrið letur upp fyri møguleikanum at seta krøv um samanleggingar, meðan í hvussu er ein borgarstjóri staðiliga mælir frá, at landið skal hava slíkan leiklut.

 

 

Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági síðani 2021. Hann tekur greitt frástøðu frá hugsanini um, at landsstýrið skal noyða kommunur til samanlegging