Bjartalíð og Brandur hava vunnið seg í norsku steypafinaluna

Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen settu síni brotsspørk í netið, tá Fredrikstad vann á Oslo KFUM aftaná brotssparkskapping

Leygardagin 7. desember klokkan 17 skulu Jóannes Bjartalíð, Brandur H. Olsen og liðfelagarnir í Fredrikstad spæla steypafinalu móti Molde á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.

 

Jóannes og Brandur vóru millum teir millum teir seks leikararnar hjá Fredrikstad, ið settu bóltin í netið í brotssparkskappingini, tá Fredrikstad á heimavølli vann 6-5 á Oslo KFUM í hálvfinaluni aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

Jóannes kom á vøllin tá seinni hálvleikur var byrjaður, og Brandur kom á vøllin í 116. minutti fyri at kunna vera millum brotssparksskjúttarnar.

 

Fredrikstad hevur ikki vunnið norsku steypakappingina síðani 2006, og hevur ikki vunnið norska meistaraheitið síðani 1961, so tað kemur ógvuliga væl við hjá felagnum, at besta mansliðið hevur vunnið seg í steypafinaluna.

 

Fredrikstad hevur í søguni vunnið steypakappingina 11 ferðir. Rosenborg og Odd hava vunnið steypakappingina 12 ferðir hvør, og tað er met. 

 

Molde vann steypakappingina bæði í fjør og fyrraárið, so tað verður tungt hoyggj hjá Fredrikstad at vinna steypafinaluni, men ikki ógjørligt.

 

Molde hevur í søguni vunnið steypakappingina átta ferðir. 

 

14. september vann Molde á heimavølli í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini heili 6-1 (3-1) á Fredrikstad. 13. juli leiktu liðini javnleik 0-0 á leikvøllinum í Fredrikstad.