Fyrrapartin bóru vit tíðindini her á In.fo um, at ætlaða húsið Millum Vatna , sum undanfarna bygdaráð á Eiði hevði samtykt og gjørt sáttmála við Sp/f Búð um at byggja, ikki verður bygt kortini.
Hetta varð avgjørt á fyrsta almenna bygdaráðsfundinum hjá nývalda bygdaráðnum í Eiðis kommunu, sum varð hildin seint í gjár.
Á fundinum varð samtykt við fýra atkvøðum fyri og tveimum blonkum at strika sáttmálan við Sp/f Búð, sum varð undirskrivaður á seinasta degi í 2024 – ella á seinasta degi hjá undanfarna bygdaráði.
Í fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum í gjár sæst, at sakførarin hjá Eiðis kommunu, Djóni Thomasen seint í november í fjør vísti á, at byggingin ikki er innanfyri byggisamtyktina á økinum.
So seint, sum hin 1. januar í ár endurtekur sami sakførari hjá kommununi, at arbeiðið er ólógligt, og tí varð á bygdaráðsfundinum í gjár mælt til at strika sáttmálan við Sp/f Búð – og eisini at steðga arbeiðnum við stuðlamúrinum á økinum.
Í uppskotinum, sum varð til viðgerðar á bygdaráðsfundinum á Eiði í gjár, varð samstundis mælt til, at trivnaðarnevndin í kommununi beinanvegin fer í holt við at tosa við neyðugar aktørar um, hvussu og hvørjir batar kunnu gerast á frítíðarskúlaøkinum í kommununi.
Tey, sum sambært fundarfrásøgnini atkvøddu fyri at strika sáttmálan við Sp/f Búð, vóru Olaf Fríðheim, Sigurður Eiriksson, Tove Kruse Samuelsen og Jógvan í Skorini. Tvær atkvøður vóru blankar, Kristian Martin Juul og Fróði Reinert Petersen.
- Eingin atkvøddi ímóti, verður lagt aftrat í fundarfrásøgnini frá almenna bygdaráðsfundinum í Eiðis kommunu í gjár, har 49 árhoyrarar vóru.
Lesið eisini -
Sorgardagur á Eiði: Ørskapur at strika verkætlanina - https://www.in.fo/news-detail/sorgardagur-a-eidi-folkaraedid-er-brotid
##med2##