Olympisku silvurvinnararnir, Týskland hava tryggjað sær pláss í millumspælinum í HM-endaspælinum í manshondbólti.
Í dysti í innleiðandi bólki A í Herning eydnaðist tað Týsklandi at vinna tepran 31-29 sigur á Sveis. Í steðginum var Týskland á odda 15-14.
Andreas Wolff gjørdi sum so mangan fyrr góðan mun í týska málinum. Í kvøld var bjargingarprosentið 42.
Annan dystin á rað í bólki A leikti Kekkia javnt. Í kvøld gjørdist talan um javnleik 19-19 móti Póllandi. Í steðginum vóru kekkar á odda 12-9.
Sveis-Týskland 29-31 (14-15)
Toppskjúttar Sveis: Lenny Rubin 7, Felix Aellen 6, Noam Leopold 5.
Toppskjúttar Týskland: Julian Köster 7, Renārs Uščins 6, Juri Knorr 5.
Kekkia-Pólland 19-19 (12-9)
Toppskjúttar Kekkia: Jakub Hrstka 5, Dominik Solak 4, Lukas Morkovsky 3.
Toppskjúttar Pólland: Arkadiusz Moryto 3, Kamil Syprzak 3, Piotr Jędraszczyk 3, Damian Przytuła 3.
Týskland er fremst við fýra stigum. Kekkia hevur tvey stig, og Sveis og Pólland hava eitt stig hvør.
Skráin fyri bólk A:
15. januar: Kekkia – Sveis 17-17 (7-8)
15. januar: Týskland – Pólland 35-28 (15-14)
17. januar: Kekkia – Pólland 19-19 (12-9)
17. januar: Sveis – Týskland 29-31 (14-15)
19. januar: Pólland – Sveis, klokkan 14.30.
19. januar: Týskland – Kekkia, klokkan 17.