Bjartalíð og liðfelgarnir taptu greitt fyri oddaliðnum

FC Kyzylzhar er bert fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna

Mynd: FC Kyzylzhar

Jóannes Bjartalíð spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar taptu á útivølli 0-3 fyri oddaliðnum, Ordabasy í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.

 

Ordabasy legði seg á odda longu í níggjunda minutti, og í seinna hálvleiki øktu teir tvær ferðir.

 

FC Kyzylzhar er nummar 11 í deildini við 23 stigum. Teir hava bert fýra stig niður til Taldykorgan á næstaftasta plássinum, so Jóannes og liðfelagarnir eru alt annað enn leysir av niðurflytingarvandanum. 

 

Komandi leygardag klokkan 15 hevur FC Kyzylzhar dyst á heimavølli móti Atyrau, og nú mugu stig koma til høldar hjá FC Kyzylzhar. 

 

 

 

Mynd: FC Kyzylzhar