Evropeisk lond eru komin við einum mótuppskoti til uppskotið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um loysn av krígnum millum Russland og Ukraina. Hetta hendir, meðan amerikanskar og ukrainskar sendinevndir samráðast í Genéve í Sveis.
Á borðinum liggur ein friðarætlan hjá amerikanska forsetanum, sum er í 28 punktum, og sagt hevur verið, bæði frá amerikanska uttanríkisráðharranum, sum er við á fundinum og ukrainska samráðingarleiðaranum, at partarnir hava tosað væl saman.
Men, evropeisk lond, sum hava stuðlað Ukraina í krígnum, halda ikki, at friðarætlanin tekur nóg stóra hædd fyri áhugamálunum hjá Ukraina. Tey halda, at Russland fær upp í posa og sekk í ætlanini hjá USA og Donald Trump, forseta.
- Vit eru komin nógv longri, enn tá vit byrjaðu í morgun, og eg eri ógvuliga bjartskygdur, segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, tíðliga í kvøld sambært Reuters.
Tá Marco Rubio varð spurdur, um USA hevur sett nakra freist, nær Ukraina skal hava tikið støðu til uppskotið, segði hann, at USA ynskir, at ein avtala fyriliggur so skjótt sum gjørligt, og hann legði aftrat, at honum hevði dámt væl, um ein avtala var komin upp á pláss longu hósdagin.
Í dag hava ein røð av evropeiskum londum verið savnað á G20-fundi í Suðurafrika, og her hava Stórabretland, Frakland og Týskland sett saman eitt mótuppskot til amerikanska uppskotið.
Sum skilst, hevur Reuters fingið innlit í uppskotið hjá evropeisku londunum, sum eitt nú byggir á, at USA í einari avtalu skal veita Ukraina eina trygdarváttan á sama hátt, sum sonevndi artikkul 5, sum Nato-londini hava.
Artikul 5 merkir, at álop á eitt Nato-lond verður roknað sum álop á øll Nato-lond.
Stórabretland, Frakland og Týskland mæla eisini til, at ukrainski herurin skal avmarkast til 800.000 herfólk í friðartíð, sum er 200.000 herfólk fleiri enn í uppskotinum hjá Donald Trump.
Evropeisku londini siga, at Nato skal ikki hava herdeildir í Ukraina í friðartíð, men kann hava herdeildir í Nato-landinum, Póllandi. Tey siga eisini, at Ukraina skal hava endurgjald fyri kríggið, eitt nú við frystum russiskum ognum.
Stórabretland, Frakland og Týskland skjóta upp, at Ukraina bindur seg tll ikki at taka aftur hersett landaøkir aftur við hermegi, og at landabýti millum Ukraina og Russland skal taka støði í dagsins hermóti.
Kemur ein friðarætlan upp á pláss millum Russland og Ukraina skal val haldast í Ukraina eftir, at friðaravtalan er undirskrivað, og Russland skal fáa møguleikan aftur at gerast partur av G8-londunum.
Meira um hetta kann lesast í grein, sum Verdens Gang hevur í kvøld.
##med2##












