Bjóða løn undir útbúgving til námsfrøðihjálparar

- Vit vilja stuðla teimum starvsfólkum, sum ynskja at menna sínar førleikar - uttan at missa inntøku í útbúgvingartíðini, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen

 

Vágs Kommuna hevur gjørt av at bjóða starvsfólkum hjá kommununi møguleikan at fáa løn undir útbúgving, um tey velja at taka útbúgvingina sum námsfrøðihjálpari á Heilsuskúla Føroya.

 

- Avgerðin er tikin fyri at styrkja fakliga førleikan hjá starvsfólkunum og samstundis tryggja, at kommunan eisini framyvir hevur væl útbúgvin starvsfólk á dagstovnaøkinum.

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at starvsfólk hjá kommununi, sum hava áhuga fyri at nema sær útbúgvingina sum námsfrøðihjálpari, kunnu sostatt fáa løn, meðan tey eru undir útbúgving.

 

- Hetta gevur starvsfólkum betri møguleikar at útbúgva seg - uttan at missa inntøku í útbúgvingartíðini.

 

##med2##

 

Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu, sigur, at kommunan soleiðis vil stuðla teimum starvsfólkum, sum ynskja at menna sínar førleikar.

 

- Við hesum vilja vit bæði stuðla um fíggjarligu kørmunum hjá starvsfólkunum og styrkja tilboðið til børn og familjur í kommununi, sigur borgarstjórin.

 

Seinni fer Vágs kommuna at kunna um treytir og umsóknarhátt og onnur viðurskifti í samband við nýggja tilboðið.

 

 

 

 

 

Bjarni Johansen, borgarstjóri