BJØRN Á HEYGUM: Skattalættin verður tikin aftur

­ Eg vænti av fiskimonnum, at teir vísa samfelagssinni við næstu samráðingar

SOSIALURIN, Løgtingið: ­ Eg vænti av fiskimonnum, at teir nú fara at vísa samfelagssinni, og at teir ikki fara at seta stórvegis krøv til næstu samráðingar.


Hetta segði Bjørn á Heygum, sambandstingmaður, tá málið um skattalætta til fiskimenn var til 1. viðgerð á tingi seinnapartin í dag.


Fyri Sosialinum váttar Bjøn á Heygum, at hann meinar, at skattalættin verður mótroknaður, tá samráðingar verð næstu ferð.


Á tann hátt kunnu fiskimenn vænta, at skattalættin verður etin upp aftur við lægri hýru, um tað gongur soleiðis, at Bjørn á Heygum ætlar tað.