Blái Krossur bjóðar til aðalfund á Toftum

»Krossurin eitt sigursmerki« er slagorðið fyri aðalfundin 1999 hjá Bláa Krossi Føroya, sum verður hildin í missiónshúsinum á Toftum komandi vikuskiftið. Nógv áhugavert verður á skránni, bæði til yngri og eldri og Blái Krossur leggur dent á, at øll tiltøkini í sambandi við aðalfundin eru almenn, so øll eru hjartaliga vælkomin.

Leygardagurin

Tiltøkini byrja longu leygarmorgunin 17. apríl kl. 11.00 við fyrilestri, har Jónsvein Bech, prestur fer at tosað yvir evnið: Krossurin eitt kærleiksmerki. Eftir døgurða kl. 14.00 verður sjálvur aðalfundurin, har skráin verður sambært viðtøkum felagsins. Kl. 17.00 hevur Poul Jákup Thomsen, ráðgevi fyrilestur yvir evnið: Samskifti og atburður og eftir nátturða fer aðalskrivarin í Bláa Krossi Danmark, Keld Kobborg Andersen, at halda fyrilestur yvir evnið: Missión og umsorgan fyri heila menniskjanum.


Ungdómsmøti

Leygarkvøldið kl. 21.00 skipar Blákrossungdómur (BKU) fyri ungdómsmøti, har ungi norðoyapresturin Hans Eiler Hammer talar og Jón Poulsen og Leila Jensen úr Leirvík syngja. Eisini verður ymiskt annað spennandi á skránni.


Hugnalig samvera

Sunnumorgunin kl. 11.00 verður farið í kirkju í Fríðrikskirkjuni og kl. 14.00 verður familjumøti við Jónu Thomsen og eitt barnakór av Toftum fer at syngja. Kl. 16.30 hevur Hans Eiler Hammer, prestur, hugleiðingar um blákrossarbeiðið í Noregi. Sunnukvøldið kl. 19.00 verður hugnalig samvera, har Alfred Olsen, løgtingsmaður fer at tala yvir evnið: Krossurin – eitt sigursmerki. Sanginum fara Leila og Max Højgaard, Petur Hans Hansen og Thomas Dam og eitt kafékór úr Tórshavn at skipað fyri. Eisini fer ein røð av fólki at siga frá tí fjølbroytta blákrossarbeiðinum kring landið. Sverri Steinhólm, landsnevndarformaður endar.


Máltíðir og gisting

Neyðugt er at tekna seg á Blákrossskrivstovuni tlf. 44 93 43 um ein ynskir døgurða ella nátturða í missiónshúsinum. Um ynskist kann innivist fáast á Runavíkar Sjómansheimi (serstakir prísir fyri aðalfundarluttakarar).


Barnaansing

Skipað verður fyri barnaansing við ymiskum virksemi, undirvísing, ítrivi o.ø, meðan tiltøk eru fyri vaksin í missiónshúsinum.


Blái Krossur Føroya