Í dag fyllir Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, 50 ár.
Eirikur er havnarmaður. Mamman er Jóna fødd Jacobsen og ættað úr Fuglafirði, og pápin er Jacob Lindenskov úr Havn. Tey búgva framvegis í húsunum í Torfinsgøtu 33, har Eirikur vaks upp hjá foreldrunum og saman við systrunum Elini, sum býr í Havn, og Biritu, sum býr í Keypmannahavn.
Áhugin fyri blaðarbeiði og samfelagsviðurskiftum bóru við sær, at Eirikur miðskeiðis í 1990’unum so við og við varð knýttur alt tættari at Sosialinum. Í 1996 segði hann lærarayrkinum farvæl fyri at taka við fulltíðarstarvi á Sosialinum, har hann síðani fyrsta februar í 1998 hevur verið blaðstjóri. Saman við øðrum hevur hann verið við at menna pallarnar, sum Miðlahúsið hevur arbeitt á – Rás2, portal.fo og seinni in.fo
Eirikur skrivar mest sum allar oddagreinarnar í blaðnum og viðmerkingarnar á síðu 2. Tær snúgva seg ofta um politikk, og tí er tað so upplagt, at røddin á blaðstjóranum so ofta er at hoyra, bæði í Rás2 og útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, tá ið politisk mál verða viðgjørd. Eingin ivast í, at hann hevur stórt innlit í bæði tað farna og tað, sum er uppi í tíðini.
Eirikur er giftur Ingun Schiller, ið er ættað úr Havn og arbeiðir sum lærari. Børnini hjá teimum eru Anna og Jónas, og bústaðurin er í Hoyvík.