Blaðútgáva í áttiti ár uttan steðg

Hátíðardámur er í Vágsbotni í dag, nú liðin eru áttati ár síð­ani, at Sosialurin kom út á fyrsta sinni. Til tess at há­tíð­ar­halda hetta býður Sos­i­al­ur­in øllum lesarum, hald­ar­um, lýsarum og við­skift­a­fólki annars til mót­tøku í Miðlahúsinum í morg­in, fríggjadagin mill­um kl 15 g 17.

Nógv er broytt, síðani Sos­­i­al­ur­in á fyrsta sinni kom út hendan týsdagin 24. mai í 1927. Tað vóru menn­i­nir aftan fyri Javnðarflokkin, sum gjørdu hesa roynd til tess at vinna flokkinum eitt mál­­gagn. Tí uttan málgagn bar ikki til at vinna sær sæti á tingi. Umboð á tingi fekk flokkurin á fyrsta sinni árið eftir.

Frammanundan vóru tveir politiskir flokkar - Sam­bands­flokk­urin og Sjálv­stýr­is­flokk­urin, og teir høvdu hvør sítt málgagn, Dimm­a­lætting og Ting­a­kross. Tað er ein sannroynd, at eingin politiskur flokk­ur­ fekk fótin fyri seg uttan eitt mál­gagn - líka til útvarpið kom í 1957. Fram­burðs­flokk­ur­in hjá Kjartan Mohr er fyrsti flokkur, sum hevur vunn­ið sær sæti á tingi uttan eitt málgagn.

Í dag er støðan øðrvísi. Bæði tey fyrrverandi pol­iti­sku málgagnini, Sosialurin og Dimmalætting hava slit­ið seg leys frá flokkinum - og Javnaðarflokkurin hevur selt Sosialin.

Politikarar og valdsharrar ann­­ars hava í dag lættari at­­gongd til miðlarnar og koma sostætt lættari á tal við velj­aran, meðan miðl­ar­nir kýta seg røkja kritiskan og óheftan tíðindaflutning.

Sosialurin var tað seinasta pol­itiska málgagnið hjá javn­að­ar­rørsluni í kong­a­rík­i­num. Sosialurin var eisini tað einasta blaðið, sum til tað síðsta varðveitti navnið Sos­­­­ial­u­­rin, sum er ein stytt­ing av upprunaliga navn­i­num, »Føroya Social-Demo­krat« (tey donsku høvdu navn­ið »Social-Dem­o­kra­t­en«).

Helst hevur navnið »Sjal­ur­in« ligið so langt frá floks­navn­i­num - og er tí varð­veitt.