Forsetin í USA, Joe Biden, hevur sunnudagin boðað frá, at hann hóast alt ikki fer at royna at verða afturvaldur. (Savnsmynd). - Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix

BLÁA BÓK: Hetta vita vit um Joe Bieden

Joe Biden, sum hevur verið forseti í USA síðani 2021, stillar ikki uppaftur til forsetavalið 5. november.

Forsetin í USA, Joe Biden, hevur sunnudagin boðað frá, at hann hóast alt ikki fer at royna at verða afturvaldur. (Savnsmynd). - Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur í kvøld boðað frá, at hann tekur seg úr forsetavalstríðnum.

 

Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av einum longri kjaki um aldurin hjá Biden. Amerikanski forsetin vísir í staðin á sín varaforseta sum nýtt valevni.

 

Meira fæst at vita um bakgrundina hjá Biden her:

 

Navn: Jósef Robinette Biden.

 

Aldur: 81 ár

 

Føðingardagur: 20. november 1942. Føddur í Scranton í Pennsylvania.

 

Tjóðskapur: Amerikanskur.

 

Hjúnabandsstøða: Giftur við Jill Biden síðani 1977. Hevur fýra børn - trý av teimum við fyrru konu síni, Neiliu.

 

Neilia doyði í einum ferðsluóhappi í 1972, saman við dóttrini hjá parinum, Naomi. Tveir synirnir hjá hjúnunum fingu skaða í vanlukkuni, men yvirlivdu. Síðani er ein sonur, Beau, deyður av krabbameini.

 

Útbúgving:

 

* 1965: Bachelorútbúgving í søgu og stjórnmálafrøði á universitetinum í Delaware.

 

* 1968: Masterútbúgving í løgfrøði á Syracuse háskúlanum.

 

Starv:

 

* 1968-1972: Rekur sítt egna advokatvirki.

 

* 1973-2009: Valdur í senatið úr statinum Delaware.

 

* 1988: Royndi at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum. Hann var ikki tilnevndur.

 

* 2008: Royndi at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum. Hann var ikki tilnevndur.

 

* 2008: Barack Obama, sum gjørdist forsetavalevni hjá demokratunum, valdi Joe Biden til sín varaforseta.

 

* 2009-2017: Varaforseti í USA undir Barack Obama.

 

* 2020: Alment tilnevndur sum forsetavalevni hjá Demokratunum. Verður kunngjørdur 7. november sum vinnarin av forsetavalinum sum var 3. november.

 

* 2021-: Forseti í USA.

 

* 2023: Boðar frá, at hann stillar upp sum demokratiska valevnið til forsetavalið í 2024.

 

* juli 2024: Boðar frá, at hann hóast alt ikki stillar upp til afturval, og at hann fer at leggja dent á at klára forsetaembætið í staðin.

 

Kelda: CNN, Ritzau.

 

/ritzau/

 

Forsetin í USA, Joe Biden, hevur sunnudagin boðað frá, at hann hóast alt ikki fer at royna at verða afturvaldur. (Savnsmynd). - Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix